Djóni N. Joensen
Lesarabræv29. august 2017
Djóni N. Joensen

Hví sluppu námsfrøðingar ikki at søkja leiðsluútbúgving á diplomstøðið

Fyrispurningur frá Djóna Nolsøe Joensen, um hví námsfrøðingar ikki sluppu at søkja leiðsluútbúgving á diplomstøðið á Glasi, og svar frá landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam.

Hví stóð ikki námsfrøðingum í boði, á líka føti við lærarar, at søkja leiðsluútbúgving á diplomstøði. á Glasi?
Arbeiðir Mentamálaráðið ítøkiliga við, at námsfrøðingar eisini fáa henda sama møguleika fyri at útbúgva seg víðari?
Og í so fall, nær kann hetta væntast?

Viðmerkingar:
Fyrr í vár bjóðaði Mentamálaráðið lærarum, at søkja leiðsluútbúgving á diplom-støðið á Glasi. Hetta er at frøast um og skal síggjast sum eitt sera gott átak, tá endamálið er at gera leiðslurnar meiri professionellar og at lyfta fakliga støðið í síni heild.

Mentamálaráðið hevur, saman við kommununum, ábyrgdina av námsfrøðiliga økinum og tí kann tað undra, at nú tá møguleikin var har, at leiðarar á námsfrøðiliga økinum ikki eisini fingu møguleikan at søkja hesa útbúgving.

Tað hevur nevniliga áður víst seg, við góðum úrslitum, at lærarar og námsfrøðingar taka hægri útbúgvingar saman, og tað hevði eisini givið útbúgvingini størri margfeldi, og ikki minst givið góða meining, tá hugsa verður um, at lærarar og námsfrøðingar í nógv størri mun enn í dag tvørfakliga fara at samstarva á nógvum økjum í framtíðini.

Tí er tað stórt spell, at nú tá møguleikin var har til at geva námsfrøðini og leiðarum á námsfrøðiliga økinum eitt fakligt lyft, at tey ikki fingu møguleikan at søkja.

Tað er væl skilligt, um onkur følir seg við sviðusoð hesum viðvíkjandi, og tí er at vóna, at Mentamálaráðið frameftir, í størri mun enn áður, fer at gera fleiri átøk, námsfrøðini at frama.

Løgtingi, 16. august 2017
Djóni Nolsøe Joensen

Svar

Til 1: Fyrst er at siga, at nýggja diplomútbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu er skipað á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, í samstarvi við diplomútbúgvingina í leiðslu á Glasir, sum hevur staðið fyri leiðsluútbúgvingum í nógv ár.

Talan er um eina nýggja útbúgving, sum Mentamálaráðið beinleiðis hevur eftirspurt sum liður í einum størri átaki at menna námsfrøðiligu leiðsluna í fólkaskúlanum. Mentamálaráðið er arbeiðsgevari hjá leiðslunum í fólkaskúlanum og hevur mett, at tørvur er á eini slíkari eftirútbúgving fyri at styrkja fólkaskúlan.

Tað eru kommunurnar, sum eru arbeiðsgevarar hjá dagstovnunum og hava ábyrgdina av, hvørji menningarátøk og eftirútbúgvingar verða sett í verk innan hetta øki.

Mentamálaráðið samstarvar fegið við kommunurnar um hetta, men hevur annars ein meiri yvirskipaðan leiklut í mun til menningina av dagstovnaøkinum.

Mentamálaráðið hevur í fyrsta lagi miðað móti, at eftirútbúgvingartilboðið í námsfrøðiligari leiðslu var avmarkað til fólkaskúlan.

Til 2: Talan er um eitt átak, sum kann verða grundarlag undir námfrøðiligari menning í útbúgvingarverkinum í síni heild, frá dagstovni til endan á miðnámi. Útbúgvingin verður eftirmett og ment ávegis. Góðir møguleikar eru sostatt fyri, at diplomútbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu eisini kann vera eitt menningarátak innan dagstovnaøkið.

Til 3: Næstu ferð upptøka verður til útbúgvingina stendur hon uttan iva øllum í boði, um so er, at kommunurnar sum arbeiðsgevarar hjá dagstovnaleiðslum ynskja tað. Mentamálaráðið skal taka málið upp við kommunurnar.


Vinarliga

Rigmor Dam
landsstýriskvinna