16. oktober 2019

Vit mugu hava eina veðurlagslóg

Vit mugu seta okkum greið og ítøkilig mál á umhvørvisøkinum, sum skulu røkkast innan eitt ávíst áramál. Tað eiga vit at gera við eini veðurlagslóg, heldur Ingilín Didriksen Strøm, sum í dag hevur sent landsstýrismanninum við orku- og umhvørvismálum ein fyrispurning.

Undanfarna landsstýri hevur við París sáttmálanum samtykt at minka um føroyska CO2 útlátið við 45% fram til 2030. Hetta fyri at halda økingini í alheimshitanum undir 2 hitastig í mun til áðrenn ídnaðarsamfelagið. Veðurlagsvísindafólk eru á einum máli um, at hetta er eitt absolutt minstakrav. IPCC frágreiðingin, sum veðurlagspanelið hjá ST gav út í 2018, vísti, at sjálvt ein øking á 1,5 hitastig fer at hava ógvusligar broytingar við sær í mun til bæði veðurlag og margfeldi.

Altjóða felagsskapurin, IMO, hevur harumframt sett sær sum mál, at í 2050 skulu dálkandi evni frá skipum verða minkað við í minsta lagi 50%. Umhvørvisstovan boðaði í farnu viku frá, at samlaða útlátið úr Føroyum frá 2017 til 2018 øktist góð 12%, um alt er tikið við. CO2 útlátið er vaksið á hvørjum ári síðan 2011. Seta vit ikki ítøkilig átøk í verk fyri at minka um útlátið, megna vit hvørki at halda okkum til málini hjá IMO ella París sáttmálan, og tí hevur Ingilín Didriksen Strøm í dag sent landsstýrismanninum við orku- og umhvørvismálum, Helga Abrahamsen, ein fyrispurning. 

 

- Ein háttur at tryggja, at ítøkilig átøk verða sett í verk, er at gera eina veðurlagslóg eins og tann, sum er í umbúna í Danmark í løtuni1. Eina veðurlagslóg, sum inniheldur nágreiniligar útrokningar, tíðarásetingar og ætlanir. Ein slík lóg hevði somuleiðis tryggjað umhvørvisátøk tvørtur um valskeið, sigur Ingilín Didriksen Strøm í viðmerkingunum. 

 

Les meira her: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/911/009.19.%20Spurningur%20til%20H.%20Abrahamsen%20fra%20I.D.%20Strom%20-%20vedurlagslog%20og%20CO2%20utlat.pdf