Henrik Old
Lesarabræv28. august 2015
Henrik Old

Hví ikki FHS í Suðuroy


Tá man nú hevur ein stóran og góðan Miðnámsskúla í Suðuroy, hví so ikki bjóða FHS fram har?
Sum nú er, hava Handilsskúlin og studentaskúlin felags fak, til dømis føroyskt, enskt, rokning og samfelagslæru.
Tí er greitt, at her manglar ikki nógv í fyri at seta FHS útbúgving á stovn.
Hetta kundi gjørt, at fleiri, sum annars fara av oynni, heldur vóru verandi.
Eisini hevði tað verið ein fyrimunur hjá lærlingum og vinnuni í oynni.

Man veit, at hvørt ár fara fleiri føroyingar av landinum at supplera millum annað fysik og kemi. Hví ikki hava skipaða supplering í miðnámsskúlanum eisini? Tað kundi verið sum hálvársskeið ella summarskeið. Hetta kundi drigið fólk úr øllum landinum suður, eins og heilsuskúlin ger í dag.
Upprunaliga var hugsanin jú, at man so við og við skuldi víðka um tilboðini á skúlanum.
Við eini ávísari øking í játtanini til skúlan, og í samstarvi við leiðslu skúlans, kann hetta lata seg gera.

Hetta vil eg vera við til at seta í verk!

Henrik Old