Djóni N. Joensen
Lesarabræv29. november 2015
Djóni N. Joensen

Samgongan hjálpir nú børnum í fátækraváða!

Loksins kom lógin niðan í tingið, sum skal hjálpa fíggjarliga sperdum familjum og børnum tess.

Tað eiga vit øll í felag at gleðast um og hóast politiskar ósemjur av ymsum slag, so hevur Løgtingið her víst ein felags vilja til, at fremja batar og lofta teimum, ið detta niðurímillum.

Endamálið við hesi lógini er, at bøta um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum, ið hava lágar inntøkur, og trong fíggjarlig kor. Fátækadømi kann ikki burturbeinast einans við almannaveitingum, men hetta uppskotið skal bøta um ringastu avleiðingarnar av, at hava lága inntøku.

Vit eiga ikki sum samfelag, at loyva okkum, at hava fólk og børn í fátækraváða. Fremsta uppgávan hjá landsins kosnu politikarum er, eftir mínum tykki, at hjálpa okkara borgarum sum líða og hava tað torført við at fóta sær í samfelagnum.

Vit kunnu øll fegnast um tað arbeiðið sum felagsskapir s.s. ”Í menniskjum góður tokki” og privatpersónurin Leif Erik Niclasen hava gjørt fyri okkara fátøku seinastu árini. Uttan at taka nakað frá hesum, so er tað tó fyrst og fremst ein landsuppgáva, at hjálpa fólkið í fátækadømið.

Vónandi heldur hetta góðgerandi arbeiði áfram, hóast landið nú hevur tikið ábyrgd av og stig til, at hjálpa teimum, ið hava fyri neyðini her í landinum.

Soleiðis sum landsstýriskvinnan í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, og hennara embætisverk hava snikka hesa nýggju lógina til, so fara fólk og børn í fátækraváða, at hava einar 1000 – 1500,- kr meir at liva fyri um mánaðin.

Leggja vit so afturat skattalættan til lág –og miðallønt og lægri kringvarpsgjald til støk, sum samgongan eisini hevur latið, so er enn meir tøkur peningur at ráða yvir hjá sperdum familjum.

Tí er at gleðast um, at nógv tos nú er blivið til álvara. Og ikki minst, at vit øll í komandi tíðum kunnu hava tað betri við, at nú verður veittur fíggjarliga sperdum familjum, og ikki minst børnum teirra, ein bati, ið veruliga fer at muna.

Djóni Nolsøe Joensen
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin