Barsil í 1 ár
23. august 2015 Ι Skrivað hevur: Bjørg Dam

Eingin av hinum stóru flokkunum hava barsil í teirra valskrá. Tað sært tú skjótt, um tú leitar á teirra heimasíðum.
Eg havi tó hoyrt nøkur einstøk valevni hava eitt ára barsil á tungu, men eftirsum tað ikki er skjalfest í valskránni, er neyvan undirøka fyri tí í flokkinum.
Tí er ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum tryggasta loysnin, um tú vilt hava barsilsfarloyvi í 1 ár.
Í okkara valskrá stendur greitt, at tíðin, sum tú hevur rætt til at vera heima við barsilsgjaldi, skal upp á 52 vikur. Har stendur eisini, at eftirlønargjald skal omaná útgjaldið. Tað vil siga, at útgjaldið verður hækkað so líðandi komandi árini, inntil tað er vaksið við teimum 15 %, sum vit øll eru tvungin at gjalda í privatari pensjónsuppsparing.
At leingja barsilin er mítt hjartabarn, og eg ætli mær at fylgja tí allan vegin á mál.
Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins

« aftur