Tíðindi19. september 2013

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi á fólkafundinum í Klaksvík

Javnaðarflokkurin og Javnaðarflokkurin á Fólkatingi eru við á Fólkafundinum 2013, sum í ár verður í Ítróttar- og Batmintonhøllini í Klaksvík fríggjadagin 20. og leygardagin 21. september. Opið er báðar dagar frá kl. 11.30.

Javnaðarflokkurin og Javnaðarflokkurin á Fólkatingi eru við á Fólkafundinum 2013, sum í ár verður í Ítróttar- og Badmintonhøllini í Klaksvík fríggjadagin 20. og leygardagin 21. september. Opið er báðar dagar frá kl. 11.30.

Sjúrður Skaale fer m.a. at greiða frá fólkatingsarbeiðinum og leggja fram nakrar av kanningunum, sum hann hevur latið gjørt.

 

Fríggjadagin kl. 12:00: ”Færinger er nogle nasserøve”

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi greiðir frá virkseminum og leggur fram nakrar av kanningunum, sum eru gjørdar – millum annað um hvat danir vita og halda um Føroyar.

Leygardagin kl. 14:30: ”Tað, sum keisarans er”
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leggur fram nýggja kanning um hvat føroyingar halda um skatt, og hvussu og hvussu hart vit skatta samanborið við onnur lond.

Leygardagin 17:30: Ja til Evropa.

Avbyrging frá restini av Evropa er ein hóttan móti føroyska samfelagnum. Vit mugu finna Føroyum eina nøktandi og trygga støðu í ES-høpi. Sjúrður Skaale leggur fram.

Sí skránna hjá Javnaðarflokkinum og Javnaðarflokkinum á Fólkatingi her