Sjúrður Skaale
07. juni 2016
Sjúrður Skaale

Søren Pind vil basa framtíðar markaforðingum

Danski løgmálaráðharrin, Søren Pind, arbeiðir við at dagføra vegleiðing fyri lógararbeiðið, so meiri fokus verður á, at nýggjar marknaforðingar ikki stinga seg upp millum Føroyar og Danmark. Tað sigur hann í svari til føroyska fólkatingsmannin, Sjúrð Skaale.

Eitt av aðalmálunum hjá Sjúrði Skaale, seinastu árini hevur verið at basa marknaforðingum millum Føroyar og Danmark. Men tað er týdningarmikið, at eisini verður ansað eftir, at ikki nýggjar forðingar stinga seg upp. Í tí sambandi setti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í seinastu viku ein grein 20 spurning til danska løgmálaráðharran, Søren Pind, um hvørt løgmálaráðið er sinnað at broyta mannagondina viðvíkjandi lógararbeiði, soleiðis at metingar altíð skulu gerast fyri hvørt lógaruppskot, um hvørja ávirkan lógaruppskotið hevur á ríkisfelagsskapin. 

 

Søren Pind sigur í sínum svari til føroyska fólkatingsmannin, at løgmálaráðið arbeiðir við at dagføra vegleiðingina fyri lógararbeiðið, soleiðis at møguligar marknaforðingar millum Føroyar og Danmark er ein fastur táttur av lógararbeiðinum.

 

Sí alt svarið her.