Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv05. august 2019
Ingilín Didriksen Strøm

Yvirfriðingarnevndin riggar ikki - vit hava tørv á eini náttúrufyrisiting

Eigur náttúran í Føroyum nakran góðan? Fyri mær tykist sum at tilvildin ræður, og at eingin skipað verja er av margfeldinum í náttúru okkara.

Løgtingsval 2019

Eigur náttúran í Føroyum nakran góðan? Fyri mær tykist sum at tilvildin ræður, og at eingin skipað verja er av margfeldinum í náttúru okkara.

Tað er vorið týðiligari enn nakrantíð í kjakinum um avgerðina hjá yvirfriðingarnevndini í KOKS málinum. Í andsøgn við allar lokalar mynduleikar noktar yvirfriðingarnevndin KOKS at halda fram við sínum virksemi Frammi við Gjónna við Leynavatn. Hvør er orsøkin? Løgið, sum tað ljóðar, er tað ikki árinini á umhvørvið ella náttúruna, sum Sílaveiðifelagið t.d. var frammi um, sum ger, at yvirfriðingarnevndin kemur til sína niðurstøðu.

Orsøkin er ein gamal hjallur, ið er bygdur av nýggjum.

Hóast tað eru tey fáu, ið sleppa at uppliva KOKS, eru Føroyar og vit øll ein inngrógvin partur av matstovuni. Við tí, sum er okkara føroyska náttúra megna tey at kasta sítt stjørnuglans á okkum øll, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen tekur til í eini viðmerking um málið.

Í míni verð er tað óskiljandi, at yvirfriðingarnevndin kann vera so avgjørd og strong í hesum málinum um ein gamlan og rustaðan hjall. Og samstundis lata standa til og vera kúrr, tá umræður friðing av náttúru og umhvørvið í Føroyum annars. Tí dømini eru fleiri:

Á Víkum sleppur ein stór alifyritøka at ala laks, hóast vit vita, at alingin, fóðrið og nýtslan av kemikalium hevur ógvusligar avleiðingar fyri djóra- og plantulív í økinum. Á Sundi verður bygt út uttan himpr - ein á har síl áður gýtti, varð typt, og tunnilsgrót og asfalt liggur langt omanyvir sandin. Í Kunoy verða áir tiknar til eina risa smoltstøð.

Men ein lítil hjallur til køk Frammi Við Gjónna?

Í 2001 kom serfrøðingabólkur, sum var settur av Føroya landsstýri, til hesa niðurstøðuna:

“Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. [...] Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki-dálkandi langtíðarvirkandi broytingar, sum t.d. landslagbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki sjónligar broytingar, sum t.d. oyðing av vøtnum”.

Tí skulu vit samtykkja margfeldislógina og hava eina sterka náttúrufyristiting. Eina sum veruliga verjir okkara umhvørvið og náttúru, heldur enn eina, sum bara tekur smáar vandaleysar hjallar niður.

 

Ingilín D. Strøm,

valevni fyri Javnaðarflokkin