Almannapolitikkur

Ein góður og rættvísur almannapolitikkur er hjartaslátturin í vælferðarsamfelagnum. Javnaðarflokkurin virkar fyri, at øllum borgarum verða tryggað góð livikor óansæð eyðkenni ella frábregði. Tað skal vera hugaligt at arbeiða, og øll, sum kunnu, skulu geva sítt íkast til felagsskapin. Grundhugsanin er “Ger tína skyldu og krev tín rætt”. Málið er, at øll eiga at klára seg við tí løn, tey fáa, men at landið hevur skyldu til at tryggja góð livikor, tá vit ikki eru før fyri ella hava møguleika at arbeiða. Vit vilja altíð standa saman og menna vælferðarsamfelagið, har tað er pláss fyri øllum.

Almannapolitikkur snýr seg um at hava góðar skipanir í gerandisdegnum, so børnini verða ment, so tey eldru fáa ta hjálp teimum tørvar, og so at sjúk og avlamin kunnu vera við á jøvnum føti við onnur. Almannapolitikkur snýr seg um, at øll fáa møguleika at hava ein virknan gerandisdag, og at hava skipanir, sum lofta, tá ið vit møta sjúku, arbeiðsloysi ella øðrum avbjóðingum í lívinum.

Innan almannaøkið er umráðandi at skapa karmar fyri nýhugsan og verkætlanum, sum bróta upp úr nýggjum, so at vit áhaldandi kunnu menna tilboð og skipanir. Samfelagið skal byggja á álit, og flokkurin vil virka fyri, at fólk, ið hava tørv á almennum skipanum, verða tikin í álvara og ikki møta mistreysti og óneyðugum eftirliti. Hetta sama er galdandi fyri tey mongu starvsfólkini, sum arbeiða innan økið.

Meginreglan á almannaøkinum eigur altíð at vera, at tænasturnar skulu skipast og veitast við menning og endurmenning í huga. Borgarin skal kenna síni rættindi, og tað hevur stóran týdning, at borgarin, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar í felag hava somu kós. Borgarin skal takast við uppá ráð og miðast skal ímóti, at tænasturnar verða samskapaðar.

Arbeiðið, ið sjálvbodnir felagsskapir gera, hevur stóran týdning, og tí eigur tað almenna at samstarva við og skapa góðar karmar fyri sjálvbodnum arbeiði.

Fátækradømi skal beinast av vegnum, samstundis sum sosialir trupulleikar skulu fyribyrgjast. Hædd skal takast fyri skeiklaðum kyns- og aldursbýti í øllum almannapolitikki, har hetta er møguligt.

Kjarnan í almannapolitikki Javnaðarfloksins er at virka fyri einum betri og rættvísari býti av virðunum í samfelagnum, so at øll fáa lut í stóra ríkidøminum. Javnaðarflokkurin ynskir at veita lættar til okkara veikastu samfelagsborgarar. Vælferðin skal vera fyri øll. Og hetta er einans møguligt, um breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.