Ungdómspolitikkur

Børnini og okkara ungu er eitt tað týdningarmesta tilfeingið í landinum. Nýskapan, arbeiðshugur og sosial sambond millum ungdóm eru avgerandi fyri, hvussu framtíð Føroya sær út. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit sum samfelag veita ungdóminum góðar umstøður. Hetta gera vit millum annað við at tryggja góðar og ókeypis útbúgvingar- og lærumøguleikar og fjølbroytt tilboð innan ítrótt, mentan og annað, sum gera tað gott at búgva í Føroyum.

Ungdómurin er eisini nútíðin. Tá vit tosa um at byggja land, er tað av stórum týdningi, at vit taka hendan samfelagsbólk við. Ungdómsluttøka í samfelagshøpi eigur at byggja á meginregluna um umboðan og ávirkan í avgerðartilgongdum á ein góðan og virðiligan hátt.

Ungdómurin hevur hugflog, dirvi og orku til at hugsa nýskapandi, og vit mugu áhaldandi arbeiða fyri, at hesin samfelagsbólkur verður hoyrdur. Javnaðarflokkurin ynskir, at ungdómurin kemur meiri til orðanna í almenna kjakinum og verður hoyrdur í øllum viðkomandi málum.

Ungdómurin skal fáa pallar at gera vart við seg. Her verður hugsað í trimum fólkaræðisligum træðrum: Fyrsti tráðurin er, at ungdómsráð verða skipað, so at føroyski ungdómurin hevur eina rødd. Næsti tráðurin er, at ungdóminum verður lutað umboðan í viðkomandi almennum nevndum. Triði tráðurin er hin fólkaræðisliga menningin, ið fer fram heilt frá vøggustovu og til loknan fólkaskúla. Her flætta vit umboðan, avgerðir og menning saman í eina virðiliga heild.

Ungdómurin kjakast hvønn dag, persónliga og umvegis sosialu miðlarnar. Kjakini fara ofta fram í støðum, har ættarliðini ikki møtast, og tí er umráðandi, at ungdómurin verður tikin við, tá avgerðir skulu takast.

  • Ungdómspolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum byggir á hesar høvuðstættir:
  • Fólkaræði fyri øll – ein hoyrdur ungdómur er ein virdur ungdómur
  • Inklusjón – ein virdur ungdómur er við til at taka avgerðir
  • Menning – ein dygdargóður fólkaskúli brynjar ungdómin til fólkaræðið