Úr søgu Føroya Javnaðarfloksins

Føroyski Javnaðarflokkurin varð grundaður í 1925.

Í høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar undir Socialistisk Ungdomsforbund SUF og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Tað er eisini mangt, sum bendir á, at gott samband var við danska Javnaðarflokkin, meðan fyrireikingarnar til floksstovnanina fóru fram.

25. september 1925 varð Suðurstreymoyar Javnaðarfelag stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag úti í Tinganesi. M.S. Viðstein gjørdist fyrsti formaður.

Nakrar mánaðir seinni stovnaðu fólk á Tvøroyri felagið "Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag". P.M. Dam var ein av høvuðsforsprákarunum.

Í báðum førum eru tað somu fólk, sum vóru við til at stovna fakrørsluna her á landi, sum eisini gingu á odda at stovna javnaðarfeløgini.

Sum kunnigt var Petur Mohr Dam lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri "Enigheden", har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni.

Í 1926 gingu bæði javnaðarfeløgini saman um at stovna Føroya Javnaðarflokk við egnari politiskari skrá, sum í høvuðsheitum fylgdi hinum norðurlendsku javnaðarskráunum. Men henda skrá varð víðkað við 11 punktum, sum vóru um serføroysk mál. Týdningarmestu av hesum 11 punktunum vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan, ein almennan fiskivinnubanka, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari jørð til fæloysingar og almannager av stórhvalaveiðini.

Til løgtingsvalið 1928 stillaði Javnaðarflokkurin upp fyrstu ferð. Men til fólkatingsvalið frammanunadan stillaði M.S. Viðstein upp móti tí frammanundan trygga valevni Sambandsfloksins Andrassi Samuelsen. M.S. Viðstein gav Sambandsflokkinum veruliga kapping.

Tann 23. januar 1928 fekk Javnaðarflokkurin 671 atkvøður um alt landið t.e. 10,6% av atkvøðunum og tvey umboð á ting nevniliga Petur Mohr Dam av Tvøroyri og M.S. Viðstein úr Tórshavn.

Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum flokkin og fakfelagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins á tingi. Hetta sást aftur í uppskotum um tjóðartøkur, arbeiðsloysistuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskiftunum og uppskotum um nýggja og øðrvísi skúlaskipan. Men við tí stóru borgarligu yvirvág, sum var í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at fáa ávirkan á førda politikkin. Men harafturímóti hevði politikkur Javnaðarfloksins á tingi stóra ávirkan á vanliga fólkið, sum livdi undir verri og verri korum øll tríatiárini. Flokkurin fekk eisini stóra framgongd til valið 1936, tá tað eydnaðist at fáa 6 limir valdar, 1 úr Eysturoy, 1 úr Suðurstreymoy, 1 úr Sandoy og 3 úr Suðuroy.

Tey fyrstu árini vóru ikki uttan innanhýsis trupulleikar. Flokkurin hevði ilt við at halda lív í floksblaðnum "Føroya Social-Demokrat". Hugsjónarlig ósemja fór eisini at gera um seg millum ein part við M.S. Viðstein, sum vildi halla seg til 3. Internationala, og ein annan við P.M. Dam á odda, sum vildi fylgja sjónarmiðunum hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni. Hetta innanhýsisstríð hevði við sær, at M.S. Viðstein í 1936 fór úr flokkinum og úr politikki. Hann livdi restina av lívi sínum sum typografur og skald. Síðandi leiddi P.M. Dam flokkin við myndugleika og dugnaskapi til deyða sín 8. november 1968.

Javnaðarflokkurin tók virkin lut í fyrireikingunum, sum førdu til heimastýrislógina 1948. Javnaðarflokkurin tók av fullum huga undir við Heimastýrislógini og hevur virkað undir henni síðan. Flokkurin ásannar tó, at tíðin nú er komin at loysa Heimastýrislógina av við nýggja tíðarhóskandi lóg, Sjálvstýrislógina.

Javnaðarflokkurin luttók í fyrsta landsstýrinum eftir nýggju skipani, men fór úr landsstýrinum 1950, og aftaná at hava verið andstøðuflokkur í 8 ár eydnaðist tað at fáa eitt gott val 1958. Flokkurin fekk umboð í øllum valdømum uttan Norðstreymoy - tilsamans 8 - og gjørdist størsti flokkur. Petur Mohr Dam gjørdist løgmaður í samgonguni við Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

Í tíðini eftir gjøgnumbrotið 1958 hevur Javnaðarflokkurin luttikið í øllum landsstýrum, uttan 1963-67, 1981-85, 1989-1991 og 1996-04.

Í samgonguni ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin frá 2004-2008 og í samgonguni ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi frá januar 2008 - september 2008 var Jóannes Eidesgaard løgmaður. Eftir at samgongan ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi skrædnaði í september 2008 kom Javnaðarflokkurin aftur í samgongu við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin tó uttan at hava løgmann.

Javnaðarflokkurin er limur í Norðurlendsku Arbeiðararørslusamtakinum SAMAK og hevur møtirætt í Socialistisk International SI.

SU, Sosislistiskt Ungmannafelag, varð stovnað í 1965. Tað er politiskt ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. SU er umboðað í leiðslu floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. SU stuðlar Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu um serstøk politisk mál. SU er limur í FNSU, Sosialistisku ungmannafeløgini í Norðurlondum, og IUSY, alheims felagsskapurin hjá Ungsosialistum.

Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið “Føroya Social Demokrat”, sum kom út fyrstu ferð 24. maj 1927. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið Sosialurin, har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast Vilhelm Johannesen og Jan Muller. Blaðið var ogn floksins heilt fram til 2006. Í hesum tíðarskeiðið gjørdist Sosialurin størsta tíðindablaðið í Føroyum. Nýtt felag myndað av blaðleiðsla, starvsfólkum og Føroya Tele yvirtóku Sosialin og reka hann í dag sum fjølmiðlafyritøkan Miðlahúsið.

Løgmenn:

P.M Dam 1959-1963, 1967-1968
Atli P. Dam 1970-1981, 1985-1989
Marita Petersen 1993-1994
Jóannes Eidesgaard 2004-2008

Floksformenn:

M.S. Viðstein 1926-1936
P.M. Dam 1936-1968
Einar Waag 1968-1969
J.Fr. Øregaard 1969-1972
Atli P. Dam 1972-1993
Marita Petersen 1993-1996
Jóannes Eidesgaard 1996- 2011
Aksel V. Johannesen 2011-