Fólkafundur í SALT

11. mai 2019
10.00 - 17.00 // Drelnes

SKRÁIN

10:00 Vælkomin

10:10 Ein ’provokatørur’ setir fólkaræðið undir sjóneyguna

Stutt, eggjandi røða, sum setir dagin í perspektiv og sparkar kjakið ígongd

10:20 Flokkarnir fáa hvør sínar fimm minuttir til ’sølutalu’ eftir egnum ynski & leisti

11:10 Speaker’s corner – orðið er frítt, og politikarar fáa høvi at lofta og svara

Eftir ’sølutalurnar’ hjá politisku flokkunum fáa áhoyrarar høvi at koma við viðmerkingum & spurningum. Fyri at kveikja undir kjakið fáa politikarar høvi at gera stuttar viðmerkingar til tað, sum kemur frá fólksins rødd.

12:00 Lutakast til spurnartíman. Vit draga lut, hvør flokkur skal spyrja hvønn flokk, og svara spurningum frá hvørjum.

12:10 Døgurðasteðgur

13:00 Spurnartími – flokkarnir tráðspyrja hvønnannan

Flokkarnir fáa hvør sínar fimm minuttir til at seta einum ávísum flokki spurningar (lutakast áðrenn døgurðasteðg). Allir flokkar fáa sostatt bæði høvi at spyrja og at svara. Flokkarnir gera av, hvør umboðar flokkin. Lagt er upp til skjótan dialog!

14:00 Politiskt ungdómspanel – Hvat ynskja tit av Suðuroynni?

Ungdómspolitikarar í panelið, tildømis forkvinnur/-menn í ungmannafeløgum ella
eina unga rødd í tykkara flokki. Endamálið er kveikja í eitt kjak um framtíðina, og
hvat potentiali, møguleikar, avbjóðingar & forðingar ungdómurin sær í Suðuroynni

15:00 Kaffi

15:30 Formansumfar

Floksformaðurin umboðar flokkin í hesum endaumfari, sum tekur støði í Suðuroynni, sæð í mun til restina av samfelagnum.

16:45 Takk fyri hesaferð!

17:00 Tiltakið endar, men SALT er tó opið til prát og hugna, líka til Smyril loysir kl. 18:30.