Djóni N. Joensen
Lesarabræv26. apríl 2017
Djóni N. Joensen

Munnligur fyrispurningur til Sirið um manglandi sosialráðgevarum á Landssjúkrahúsinum

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landstýrismann í Heilsumálum viðvíkjandi manglandi sosialráðgevarum á Landssjúkrahúsinum

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at ongin sosialráðgevi er í starvið á Landssjúkrahúsinum í løtuni?
Eru ítøkiligar ætlanir um, at seta sosialráðgeva í starv aftur á Landssjúkrahúsinum?
Um so er, nær kann hetta væntast at verða gjørt?

Viðmerkingar:
Seinastu 3 árini hevur ongin sosialráðgevi verið í føstum starvið á Landssjúkrahúsinum.

Fyri at ein sjúklingur skal koma so skjótt fyri seg sum gjørligt, er tað av alstórum týdningi, at viðurskiftini rundanum arbeiðslívið, heimalívið og frítíðarlívið hjá viðkomandi eru í lagi. At lívið hjá sjúklinginum uttanfyri sjúkrahúsið verður tikið við í viðgerðina, so at endurmenningin kann gerast so løtt og skjót sum til ber. Hædd skal takast fyri arbeiði, familju, børnum, fíggjarstøðu, stuðulsmøguleikum o.s.fr.

Og tað er júst her, at týdningurin av, at hava sosialráðgevarar atkomiligar á Landsjúkrahúsinum fyri sjúklingin, kemur til sjóndar. Hesir eru nevnliga við til at tryggja rættindini hjá sjúklinginum og kunnu vegleiða um týdningarmikil økir. Økir so sum sjúkradagpengar, arbeiðsbúgving, forsorgarveiting, stakútreiðslur, inntøkumiss vegna sjúkt barn, meirútreiðslur, fyritíðarpensjón, røktarheimspláss o.s.fr.

Týdningurin av, at sosialráðgevin er atkomiligur á staðnum fyri sjúklingin, skal ikki undirmetast. Hesin er bindilið millum sjúkrahús og Almannaverk ella kommunu. Harumframt hevur hann innlit í sjúku- og viðgerðargongdir á sjúkrahúsinum, luttekur á viðgerðarkonferansum og sum tað kanska allar týdningarmesta, uppsøkir sjúklingin á sjúkrasongini. Er við øðrum orðum partur av viðgerðini.

Vit hoyra javnan um sjúklingar, ið detta niður ímillum skipanir, og sum ikki fáa neyðuga ráðgeving og vegleiðing undir innleggjan og við útskrivan og tí kann tað tykjast sera ørkymlandi og undrunarsamt, at ongir sosialráðgevarar eru í føstum størvum á Landssjúkrahúsinum, tí hesir spurningar.

                                          Á Løgtingi, 26. apríl 2017

                                            Djóni Nolsøe Joensen