Sjúrður Skaale
Tíðindi17. marts 2014
Sjúrður Skaale

Norðurlandaráðið er misnøgt við nýggju makrelavtaluna

Umhvørvis- og náttúrutilfeingisnevndin í Norðurlandaráðnum hevur í fleiri ár havt stríðið um pelagiska fiskiskapin á skránni. At Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu við ES uttan at Ísland og Grønland eru við, ger ikki stríðið millum norðurlond minni.

Sjúrður Skaale er næstformaður í nevndini. Hann fegnast í almennari fráboðan frá nevndini um tey framstig og tey positivu útlit, sum avtalan skapar, men ger samstundis greitt, at tað er sera óheppið og kann skapa trupulleikar framyvir, at norðurlond enn einaferð draga hvør sína línu.

Málið er á skránni fyri Norðurlandaráðsfundin sum verður á Akureyri í Íslandi aðru viku í apríl.

"Sum føroyingur og sum føroyskur fólkatingsmaður fegnist eg sjálvsagt almikið um, at tað eydnaðist at fáa semju millum Føroyar og tveir teir týdningarmestu partarnar - ES og Noreg. Men sum umboð fyri Norðurlandaráðið má eg samstundis harmast um, at ein kíli aftur er komin millum norðurlond - uttan at siga hvør hevur ábyrgdina av hesum. Henda støðan ger, at málið framvegis fer at seta sín dám á arbeiðið í Norðurlandaráðnum, og at Ráðið framvegis fer at virka fyri, at vit fáa eina skipan, sum tryggjar langtíðar stabilitet í umsitingini av pelagisku fiskastovnunum", sigur Sjúrður Skaale.

Almenna fráboðanin frá Norðurlandaráðnum sæst her.