Foreldrabólkur í Javnaðarhúsinum

28. juni 2019
09.00-10.30 // Javnaðarhúsið

Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at tryggja, at Føroyar eisini í framtíðini verður heimsins besta land hjá børnum og ungum at vaksa upp. Tí fara vit komandi tíðina at seta okkum væl inn í, hvat vit kunnu gera betri á hesum økinum.

Fríggjamorgunin 28. juni kl. 9 bjóða vit foreldrum til morgunmat í Javnaðarhúsinum og til eitt prát um familjupolitiska økið. Hvat riggar væl? Hvat riggar minni væl? Og hvat eiga vit at gera nakað við?

Øll foreldur (og børn) eru hjartaliga vælkomin!