Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv22. juli 2019
Kristianna W. Poulsen

Makt og minnilutar – Fólkaflokkurin og rættindi at giftast

Løgtingsval 2019

Í samrøðu við Dimmalætting (nr. 27/2019) sigur formaður Fólkafloksins, at um undirtøka er fyri tí, fer Fólkaflokkurin at broyta hjúnabandslógina aftur, so at samkynd ikki longur skulu sleppa at giftast.

Formaðurin sigur eisini, at ein broyting í hjúnabandslógini ikki verður eitt kardinalpunkt í samgongusamráðingunum. 

Hendan ógreiða útmeldingin vísir eina syrgiliga líkasælu mótvegis samkyndum og teirra avvarðandi. Samkynd eru ein minnilutabólkur, sum millum ár og dag hava upplivað fordómar, vanvirðing og haturstalu, ikki minst frá tingsins røðarapalli. Við broytingini í hjúnabandslógini fingu samkynd grundleggjandi menniskjarættindi, sum eftir mínum tykki eru sjálvsøgd og bara skulu vera har. 

Allur Fólkaflokkurin, umframt Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og størsti parturin av Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti at geva samkyndum hesi rættindi. Og hesi seinastu árini hevur tað verið bæði troyttandi og meiningsleyst at leggja oyra til, hvussu menn í andstøðuni javnt og samt hava júkað um, at hjúnabandslógin skal broytast aftur, tí samkynd ikki skulu sleppa at giftast. Og tess meira forvirrandi hevur tað síðani verið, at borgarstjórin í Havn, ið eisini er valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið, sum fyrsti borgarstjóri í Føroyum gifti tveir samkyndar menn.

Ikki er tað lætt at vita, hvat Fólkaflokkurin vil á hesum øki. Men vónandi kemur flokkurin ikki í eina støðu, har hann kann gera, sum formaðurin ætlar. Ella ikki ætlar.

Ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum er í øllum førum ein máti at forða fyri, at Fólkaflokkurin rullar hjúnabandslógina aftur.

Kristianna Winther Poulsen, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið 2019