Tíðindi11. november 2013

Sjúrður Skaale gjørt avtalu um 200.000 kr. til barnahúsið í Føroyum

Eftir fund millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, og Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharra, er avgjørt, at stjórnin setur pening av til avhoyringarútgerð av børnum til nýggja barnahúsið í Føroyum.

Eftir fund millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, og Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharra, er avgjørt, at stjórnin setur pening av til avhoyringarútgerð av børnum til nýggja barnahúsið í Føroyum.

Í samband við mál um ágang móti børnum verða avhoyringar í Føroyum í dag gjørdar í vanligu avhoyringarhølunum hjá løgregluni, har ákærdi er til staðar í sama høli, tá barnið skal vitna. Ríkislógartilmæli er sent til Fólkatingið, sum skal dagføra føroysku lógina og forða fyri, at ákærdi kann vera til staðar tá børn vitna.

Arbeitt verður við eini umlegging av barnaøkinum og í tí sambandi verður eitt barnahús stovnað, har børn, ið hava verðið fyri kynsligum ella øðrum ágangi, kunnu fáa væl kvalifiseraða og samskipaða hjálp. Sostatt verður alt – líka frá avhoyring hjá løgregluni til sálarliga hjálp – savnað á einum og sama barnavinarliga stað.

Hetta krevur, at barnahúsið fær serlig avhoyringartól, ið tryggja, at børn ikki skulu sita yvirfyri ákærda, tá tey verða avhoyrd. Slík útgerð er kostnaðarmikil, men ein neyðug íløga í rættartrygdina hjá børnum.

Løgreglan er danskt málsøki, og tí hevur Sjúrður Skaale mótvegis donsku stjórnini grundgivið fyri, at danir skulu seta pening av til útgerðina, tá barnahúsið verður klárt at taka í nýtslu í 2014.

Fólkatingsmaðurin hevur reist hetta málið mótvegis stjórnini í samráð við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Christiansborg 11. november 2013

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi