06. december 2019

Føroyingar fáa 5.000 krónur bót fyri at hava grind við til Danmarkar

Grønlendingar fáa ávarðing fyri at at tvøst við til Danmarkar – føroyingar fáa stóra bót. Sjúrður Skaale fer víðari við málinum

Fyri góðari viku síðani spurdi Sjúrður Skaale stjórnina um tað er rímiligt, at hald verður lagt á tvøst, sum ríkisborgarar taka við sær úr Føroyum til Danmarkar, umframt at teir fáa bót fyri tað.

­- Í svarinum, sum er hjálagt, endurtekur ráðharrin bert ásetingarnar úr kunngerðini, og staðfestir veruleikan. Tað er als ikki nøktandi.

Lea Wermelin, Umhvørvis- og Matvøruráðharri, vísir í svarinum á, at Danmark fylgir ásetingum viðvíkjandi hóttum djóra- og plantusløgum hjá ES. Har er grindahvalur – av órøttum – skrásettur sum hótt djóraslag. Í ST-ásetingum verður grindahvalur ikki flokkaður sum hótt djóraslag.

Tó eru serlig undantøk í Danmark, sum hava við sær, at hvalakjøt í ávísum førum kann innflytast úr Føroyum og Grønlandi til Danmarkar. Tað er loyvt at innflyta upp í 10 kilo av tvøsti til Danmarkar til egna nýtslu, um ein hevur fingið loyvi frá bæði donskum og føroyskum myndugleikum fyrst. Um ikki loyvini eru komin upp á pláss, kann ein vænta sær 5.000 krónur í bót fyrstu ferð, og 10.000 krónur aðru ferð ein hevur tvøst í viðførinum.

Í somu kunngerðini vera sersømdir givnar til Grønland, sum merkir, at grønlendingar ikki fáa nakra bót, men einans frátikið grindina og eina ávaring. Í sínum svari greiðir Lea Wermelin eisini frá, at bara seinastu trý árini, hava fimm føroyingar fingið bøtur fyri at hava tvøst við sær til Danmarkar.

- Hetta er als ikki í lag, heldur Sjúrður Skaale.

- Fyri tað fyrsta er grindahvalurin ikki – sum staðfest verður í ST-ásetingum – eitt hótt djóraslag.

- Fyri tað annað, hava Føroyar við grindalógini frá 2015 fingið greiðar mannagongdir fyri, hvussu grindadráp skulu skipast. Tað er – serliga sammett við tað, sum hendir á sláturhúsum kring heimin – á allan hátt ein burðardygg og skynsom veiða.

- Í triðja lagi er tað sjálvsagt ikki í lagi, at føroyingar og grønlendingar ikki eru líka fyri lógini. Tí verður málið ikki slept, sigur Sjúrður Skaale.