Djóni N. Joensen
Lesarabræv31. januar 2018
Djóni N. Joensen

Ótolandi støða á Landssjúkrahúsinum

Kvinnur, sum hava funnið ein knykil í bróstinum, kunnu bíða í fleiri vikur eftir at fáa staðfest, hvørt hann er illkynjaður ella ikki. Hetta er sálarliga tungt, bæði fyri kvinnurnar og tey avvarðandi. Tí mugu vit vita, hvussu ætlanin er at loysa hendan trupulleikan.

 

Orsøkin til longu bíðitíðirnar til mammografi seinastu tíðina sigst vera tann, at bróstarøntgenlæknin, sum síðani á sumri 2016 hevur tikið sær av teimum klinisku mammografiunum á LS, nú er givin. Tær kvinnur, sum hava verið í tí óhepnu støðu at finna ein knykil í bróstinum seinastu tíðina, ganga tí í óvissu í fleiri vikur. Tær sleppa ikki til serlækna í Føroyum, og velja tær at fara uttanlands, mugu tær gjalda fyri hetta sjálvar. Við støði í tølum frá fyrrverandi serlækna á økinum verður mett, at tað í løtuni kunnu vera upp til 70 kvinnur, ið ganga og bíða eftir at sleppa framat til kanning hjá bróstarøntgenlækna.  

 

Tað hevur verið at frætt í miðlunum, at serlæknar og heilsurøktarfrøðingar á økinum eru koyrd vegna ósemjur á LS, og at starvsfólk og sjúklingar eru hørm um hetta. Støðan á mammografi økinum verður í løtuni lýst sum ótolandi vegna vantandi støðufesti. Tær kvinnur, ið hava tørv á bróstarøntgenlækna (bæði í samband við kontrol og diagnostisering), vita hvørki nær ella hvar kanningar og viðgerðir fara fram. Tí hava vit tørv á at fáa greiðu á, hvussu langa tíð vit kunnu góðtaka, at ein kvinna skal bíða, frá tí hon hevur fingið ávísing frá kommunulækna, til hon sleppur framat hjá einum bróstarøntgenlækna. Og hvussu hetta økið verður skipað í framtíðini fyri at tryggja at diagnostisering av bróstkrabba aftur kemur í eina fasta legu, har sjúklingurin ikki skal bíða ov leingi eftir at sleppa til kanning, sigur Djóni Nolsøe Joensen í §52a fyrispurningi til landsstýriskvinnu við heilsu- og innlendismálum Sirið Stenberg.

Les fyrispurningin her.