Heðin Mortensen
Lesarabræv01. juni 2019
Heðin Mortensen

Annika og ábyrgdarloysi

Einaferð kjósaði Annika Olsen seg sjálva sum fremstu stríðskvinnuna ímóti dupultmandatum og fleiri sessum til hvønn politikara. Men pípan fingið annað ljóð, nú hon kortini stillar upp til øll val, sum eru fyri framman. Minnir mest um veðurhanan, ið peikar allar hugsandi vegir, alt eftir ættini…

Fólkatingsval 2019

Við síni uppstilling til fyrst fólkatingsvalið og síðani løgtingsvalið hevur Annika Olsen longu alment latið skilt, at hon einki meinar við tað, sum hon sigur. Í øllum førum ikki, um hon sær onkran fyrimun fyri seg sjálva við eini aðrari meining enn henni, hon hevði áðrenn.

 

Fleiri trúðu, at hon setti starvið sum borgarstjóri so høgt, at tað ikki kom upp á tal at saðla fleiri ross í senn, tí tað hevði hon sagt, men trúvirðið er nú alment farið fyri bakka. Alment, tí hjá fleiri okkara er tað einki nýtt!

 

 

Skitið spark

Tó kann tað ikki vera serliga stuttligt at vera samgongufelagi við hana í Tórshavnar býráð, tí í Andglettinum í sjónvarpinum boðaði hon frá, at fekk hon álit frá veljarunum, so tók hon í stundini farloyvi frá fólkatingssessinum, so hon kundi røkja borgarstjórasessin restina av valskeiðnum.

 

Tað ljóðar fínt í sjálvum sær, men so legði hon afturat, at “hon kastaði ikki Tórshavnar kommunu út í ábyrgdarloysi”. Tað kann skiljast upp á tveir mátar, ið báðir eru so skitnir, at teir veruliga líkjast øllum tí, Annika Olsen annars stendur fyri.

 

Í fyrra lagi kann tað skiljast, sum eru hennara samgongu- og floksfelagar ábyrgdarleysir, og tí torir hon hvørki at lata upp í hendurnar á varaborgarstjóranum ella sínum egna floksfelaga í býráðnum at taka við borgarstjórasessinum, nú hon annars bjóðar seg fram til fólkatingið. Tað man kennast lítið hugaligt hjá teimum at hoyra.

 

Í seinna lagi kann hetta eisini skiljast sum enn eitt skitið álop á okkum, sum í trý valskeið hava stjórnað og stýrt høvuðsstaðnum so væl, at Annika Olsen og hennara harkalið í allar mátar eru komin til skorin klæði. Millum teirra, ið vóru við til at taka tey mongu tøkini, var partamaður hennara, Sjúrður Olsen, ið her kanska fær enn eitt asnaspark.

 

 

Ørvitistos

At Annika Olsen tosar við tveimum tungum, er ikki nakað nýtt, og tað er eisini longu komið fleiri ferðir til sjóndar í valstríðnum til fólkatingsvalið. Í síðstu viku meldaði hon jú út, at hon valdi fólkatingið fram um Vaglið, men nú heldur hon tað øvuta. Og tað ger hon helst, til hon enn einaferð skiftir meining…

 

Annað dømi er møsnið um ein arktiskan ráðharra, ið skal avloysa danska uttanríkisráðharran, tá ið arktisk mál eru á skránni. Fyrst skuldi hesin ráðharri sita í Danmark, men nú hevur Annika Olsen aftur broytt meining, so hann skal sita í Tinganesi.

 

Eisini hevur hon markerað seg við veðurlagspolitiskum viðmerkingum í valstríðnum, og tað er nokk har, hon fer at gera størstu skreytirnar. Slíkan veðurhana hava vit ikki sæð leingi!

 

 

Heðin Mortensen

valevni Javnaðarfloksins