Framløga: Heimsins besta barnaland

25. juli 2019
16.00 // Arbeiðarafelagið Hæddin, Saltangará

JA TIL HEIMSINS BESTA BARNALAND

Besta íløgan, vit kunnu gera, er íløgan í børn og ung. Tí vilja vit hava eina nýmótans barsilsskipan, umsorganardagar, minimumsnormeringar á dagstovnunum og ókeypis sálarhjálp til børn og ung. Og sum samfelag eiga vit at lofta øllum teimum børnum og foreldrum, sum hava serligan tørv á stuðli, so tey altíð fáa eina góða og samanhangandi tænastu tvørtur um geirar. Vit vilja vera heimsins besta barnaland.

Hósdagin 25. juli kl. 16 leggja Sunneva Mohr, Rigmor Dam og Djóni Nolsøe Joensen fram ætlanir Javnaðarfloksins á barna- og ungdómsøkinum. Framløgan verður í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará kl. 16.


Aksel V. Johannesen bjóðar vælkomin og aftaná framløguna verður kaffi og kaka at fáa, og høvi verður at seta spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ja til Javnaðarflokkin er ja til Føroyar sum heimsins besta barnaland.