Sjúrður Skaale
Tíðindi18. februar 2014
Sjúrður Skaale

Sjúrður tekur makrel- og sildastríðið upp í norðurlendskum høpi

Sjúrður Skaale varð í januar valdur til næstformann í Umhvørvisnevnd Norðurlandaráðsins. Henda nevnd hevur m.a. fiskivinnu undir sær, og Sjúrður hevur nú, saman við formanninum í nevndini, tikið stríðið um pelagisku fiskastovnarnar upp.

Í 2011 varð heitt var á Ráðharraráðið um at stuðla royndunum at finna eina loysn við m.a. at styrkja vísindaliga grundarlagið undir stovnsmetingunum og koma við uppskotum um, hvussu stovnarnir kunnu umsitast á ein hátt, sum minkar um vandan fyri stríði.

Einki er kortini hent - og tí verður málið nú tikið uppaftur.

Í apríl verður Norðurlandaráðsfundur í Íslandi, og tá verður Sjúrður Skaale talsmaður Ráðsins í hesum spurningi.

Sjúrður Skaal sigur soleiðis um orsøkina til at taka málið uppaftur:

"Í Norðurlandaráðnum verða søgd nógv føgur orð um samstarv - og Ráðið slóðar eisini fyri góðum samstarvi. Men tað er oftast á sonevndum "bleytum" økjum. Tá ósemja er um náttúrutilfeingi og stór virði, er vandin stórur fyri stríði millum sjálvt bestu grannar. Tað er hent her. Vit hava eina álvarsama ósemju, sum bæði viðkemur Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noreg og Danmark. Tað má Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið eisini tora at tosa um og gera nakað við - hóast tað kann ávirka tað góða huglagið, sum plagar at vera á fundunum."

Um orsøkina til, at spurningarnir eru formuleraðir so opið, sigur Sjúrður Skaale: "Hetta er eitt sera viðbrekið mál, nógv stendur uppá spæl, og meiningarnar eru sterkar. Og sum næstformaður í umhvørvisnevndini kann eg ikki loyva mær bert at síggja tað úr føroyskum sjónarhorni, men umboða alla nevndina. Tí er tað orðað so generelt. Men at fáa eina skipan, har onnur atlit enn bert stødd á stovninum og søguligt býti eru við, gagnar avgjørt føroyskum áhugamálum". 

Spurningarnir og viðmerkingarnar kunnu lesast her.