Tíðindi15. november 2013

Seinasti starvsdagur hjá Silviu

Í dag var seinasti starvsdagur hjá okkara sera dugnaliga starvsnæmingi Silviu Súnadóttur Kristiansen.

Í dag var seinasti starvsdagur hjá okkara sera dugnaliga starvsnæmingi Silviu Súnadóttur Kristiansen. Silvia gongur í 9. flokki á Stranda Skúla, og hon hevur seinastu vikuna verið í starvsvenjing hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Saman við okkum hevur Silvia m.a. verið til fund við forsætismálaráðharra Helle Thorning-Schmidt og fíggjarmálaráðharra Bjarne Corydon. Við sínum virkisfúsna og ja-liga lyndi - og ikki minst serkønum málkunnleika - hevur Silvia verið ein góður starvsfelagi á Borgini. Vit ynskja Silviu blíðan byr víðari.

Gongur tú í fólkaskúla, og kundi tú hugsað tær at roynt teg sum starvsnæming hjá Javnaðarflokkinum á Fólkantingi? Set teg í samband við okkum á jf@ft. dk ella á tlf. +45 33 37 54 24