Sjúrður Skaale
21. marts 2017
Sjúrður Skaale

Norðurlandaráðið: Stjórnin stuðlar einari sterkari støðu fyri Føroyar

Arbeiðið við at styrkja føroysku støðuna í norðurlendska samstarvinum er byrjað, sigur Karen Ellemann í svari til Sjúrð Skaale. – Tað hevur týdning, at tað er gongd í arbeiðnum, sigur Sjúrður Skaale.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, spurdi í farnu viku danska ráðharran fyri norðurlendskum samstarvi, Karen Ellemann, hvussu stjórnin ætlar at styrkja føroysku støðuna í norðurlendska samstarvinum. Høvið var, at stjórnin í november 2016 boðaði frá, at hon fór at koma við einum slíkum uppskoti. Hetta hendi í sambandi við avgerðina um ikki at ganga føroyska ynskinum um fullgildugan limaskap í Norðurlandaráðnum á møti.

Fríggjadagin spurdi Sjúrður Skaale tí ráðharran "... hvorledes regeringen foreslår at styrke Færøernes deltagelse i det nordiske samarbejde yderligere, således som det i november 2016 blev bebudet i forbindelse med beslutningen om ikke at bifalde Færøernes ansøgning om fuldgyldigt medlemskab af Nordisk Råd".

 

Karen Ellemann svarar í dag, at "... Færøerne er en god, konstruktiv partner i det nordiske samarbejde. Derfor støtter regeringen det færøske ønske om at få en stærkere rolle i det nordiske samarbejde, så vidt det er politisk og juridisk muligt, og der er påbegyndt et arbejde med at undersøge, hvordan dette vil kunne ske. Dette arbejde er endnu ikke afsluttet."

 

- Tað er ógvuliga positivt, at danska stjórnin stuðlar føroyska ynskinum. Tað hevur sjálvsagt eisini týdning, at tað er gongd arbeiðnum, sigur Sjúrður Skaale, sum tí ætlar sær at fylgja málinum komandi tíðina.