Sjúrður Skaale
Lesarabræv18. november 2013
Sjúrður Skaale

Abbi - mín bókstavur var ikki í skúlanum

Málráðið gongur ímóti øllum tilmælum - og hevur onga grundgeving...

Tað hevði nógv orðaskifti við sær, tá løgtingið í 2009 hevði spurningin um alfabetið til viðgerðar.

 

Men tað var lítil ivi um, hvør avgerð fór spyrjast burturúr: Ein meiningarkanning vísti, at ein greiður meiriluti av føroyingum vildi hava eitt fult alfabet. Ein samd Málnevnd mælti eisini til, at bókstavirnir c, w og x vórðu tiknir inn í alfabetið. Og á løgtingið var ovurstórur meiriluti fyri tí sama.

Eg minnist serliga eitt frá løgtingsviðgerðini: Heðin Zachariassen úr Fólkaflokkinum greiddi frá, at tá abbasonurin fór í skúla, hevði abbin eftir fyrsta skúladag spurt hvussu tað hevði gingist. Drongurin hugdi keddur upp á abban og segði: Abbi - mín bókstavur var ikki í skúlanum...

Nógv góð argument vóru fyri at normalisera føroyska alfabetið, men hetta var kanska tað sterkasta.

Hví skulu bókstavir, sum vit brúka hvønn dag, og sum nógvir føroyingar bera í sínum navni, ikki vera í okkara alfabeti? Enn er einki haldgott svar komið uppá tað - og tí ivaðist eingin í, at hetta fór at koma uppá pláss.

Og tað var júst orsøkin til, at Løgtingið onga formliga støðu tók í málinum. Í staðin mælti ein fullsamd mentanarnevnd tí komandi Málráðnum til at autoriserað eitt fult, føroyskt alfabet.

 

Eingi argument

Nú hevur Málráðið so tikið sína støðu. Og hon bleiv ikki sum væntað. Ráðið gongur ímóti meirilutanum av føroyingum, ímóti meirilutanum á løgtingi, ímóti eini samdari mentanarnevnd og ímóti fyrrverandi Málnevndini.

Tað hevur ráðið rætt til.

Men tá ráðið tekur eina so kontroversiella avgerð, áttu góðar grundgevingar at staðið sum skorðar undir henni.

Men so er ikki.

Í grundgevingunum verður sagt, at serføroyska stavraðið hevur drúgva siðvenju á baki. Tað er ikki beint. Í fleiri føroyskum skúlabókum stendur tað fulla stavraðið.

Víst verður til stavsetingaruppskotið hjá Hammershaimb frá 1846. Men hann hevði altso X við. Og heimurin er ikki heilt tann sami í dag sum í 1846.

Sagt verður, at C er ljóðliga umboðað av S ella K, X er umboðað av KS osv. Tað er lutvíst rætt. Men vit hava eisini eitt skriftmál og eitt fakmál - og har kann mann als ikki seta S fyri C ella KS fyri X.

Málráðið sigur at tað, tey rópa "fremmandu stavirnir" síggjast í "fremmandum" orðum og nøvnum. Ókey? Er Zachariassen eitt "fremmant" navn? Er Loran C "fremmant"? Er sex "fremmant"?

Ein grundgeving er, at verða tað, tey rópa "nýggir" stavir tiknir inn í alfebetið, "má umfatandi arbeiði gerast at útgreina" hvar teir skulu brúkast. Hví tað? Teir skulu brúkast akkurát har, sum teir verða brúktir. Men vit fara at hava nøkur amboð afturat í amboðskassanum, tá vit í framtíðini taka heimin til okkum á føroyskum.

Málráðið hevur snøgt sagt ikki lagt fram eina ta einastu fakliga grundgeving fyri síni avgerð um at ganga ímóti meirilutanum av føroyingum, fyrrv. Málnevndini og Løgtinginum.

 

Eitt alfabet afturat

Eg haldi eitt høvuðsargument fyri at hava eitt vanligt, fult alfabet er tann einfalda, at tað er tað, sum vit brúka. Í øllum indoeuropeiska heiminum siga fólk ABC fyri 123, og tá vit gera listar og yvirlit nýta vit eisini ABCDE. Tað gera føroyingar eisini. Vit siga ikki og fara aldrin at siga  AÁBDÐ. 

Og tað løgna er, at hetta ásannar Málráðið. Tey skriva í sínum grundgevingum fyri amputeraða alfabetinum, at "tá ið vit stavraða (alfabetisera) í eitt nú orðabókum og telefonbókum og á bókasøvnum, nýta vit, umframt føroyska stavraðið, modernaða latínska stavraðið, t.e. enska stavraðið".

Við øðrum orðum: Vit skulu hava tvey alfabet! Eitt, sum er "føroyskt", men ikki hýsir dagsins málsliga veruleika og tí ikki kann brúkast - og eitt annað, sum kann brúkast.

Hetta fer at geva børnum ta fatan, at tað føroyska er nakað mann skal læra, men tað "ordiliga" - tað, sum mann kann brúka - er tað útlendska.

Hetta er ikki bara skaðiligt fyri føroyskt, men eisini fyri tjóðskaparligu sjálvsfatanina hjá børnunum.

 

Lurtið eftir Jeffrei

Tá orðaskiftið var um henda spurning í 2009, skrivaði tann gløggið málfrøðingurin Jeffrei Henriksen soleiðis:

"Tíverri eru tað ikki øll, ið duga nakað stavrað; og tey duga sostatt ikki væl at leita í nøkrum stavraðaðum orðalista, t.d. nøvnum í telefonbókini. Tey, ið bert hava lært tað serføroyska stavraðið (við ongum c, q, w, x) eru eisini illa fyri! Sostatt man vera longst sum best, at skúlabørn alt fyri eitt læra eitt føroyskt-vesturlendskt stavrað."

Í meirilutanum í Málráðnum eru eisini fólk, sum vilja føroyskum væl, og gera eitt stórt arbeiði fyri at styrkja føroyskt. Tað eiga tey allan heiður fyri.

Men í farnu viku tóku tey eina avgerð, sum avmarkar og skerjir føroyskt. Sum ger føroyskt ekskluderandi í staðin fyri inkluderandi - og harvið ger føroyskt veikari. Og tey hava ikki lagt fram eina einastu líkinda grundgeving.

Vónin var, at ráðið fór at finna eina pragmatiska semju um stavraðið. Í staðin tykist meirilutin sjálvur hava tikið stavræðið. 

 

Sjúrður Skaale