Henrik Old
Lesarabræv04. juni 2019
Henrik Old

Teir hava brúk fyri hvørjum øðrum

Fólkatingsval 2019

Tjóðveldi er úti og sigur, at okur ikki mugu velja tvey sambandsumboð í fólkatingið, og Sambandsflokkurin sigur seg vera einasta flokk, sum gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum.

Í grundini hava hesir báðir flokkar brúk fyri hvørjum øðrum, tí uttan Sambandsflokkin, so var onki Tjóðveldi, og uttan Tjóðveldi, var ongin Sambandsflokkur.

Tað, sum nú hendir í endaspurtinum, er, at hesir flokkar koyra brenni á bálið hjá mótpartinum, so at teir kunnu fáa hvør sítt umboð á fólkating. Í veruleikanum arbeiða teir ímóti sínum egnu veljarum.

Fyri mítt viðkomandi er heitið sambandsumboð ikki nakað skeldsorð, so er tað sagt. Eitt annað, sum Tjóðveldi kundi kallað okkum, var sosialdemokratar. Sannleikin er tann, at tað er bara ein sosialdemokratiskur flokkur í landinum, og tað er Javnaðarflokkurin.

Tí er tað umráðandi at fara á val og velja eitt umboð hjá Javnaðarflokkinum. Eitt umboð, sum kann røkkast av vanliga fólkinum. Eitt umboð, sum pragmatiskt vil arbeiða fyri føroyingar. Veljið úrslit, ikki rok.

Henrik Old