Sjúrður Skaale
11. oktober 2016
Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale spyr um møguleikarnir at fáa innlit í føroyskar bankar eru nøktandi

Í spurningi til danska vinnu- og vakstrarráðharran, Troels Lund Poulsen, spyr Sjúrður Skaale, um teir núverandi møguleikarnir hjá føroyska fíggjarmálaráðharranum at fáa innlit í upplýsingar um føroyskar bankar frá Finanstilsynet, eru nøktandi

Sum støðan er nú hevur danski og føroyski fíggjarmálaráðharrin ikki somu møguleikar, tá talan er um at fáa innlit í bankaviðurskiftir. Møguleikin hjá føroyska fíggjamálaráðharranum er avmarkaður til, at hann einans kann fáa innlit, tá ein føroyskur banki er í fíggjarligum trupulleikum, ella tá umstøður benda á, at bankin skjótt kann enda í fíggjarligum trupulleikum.

Tískil spyr Sjúrður Skaale, um ráðharrin metir, at møguleikarnir hjá føroyska fíggjarmálaráðharranum eru nøktandi.

 

Spurningurin er soljóðandi:

Mener ministeren, at det er hensigtsmæssigt, at den færøske landsstyremand for finansanliggender først får udleveret fortrolige informationer fra Finanstilsynet om finansielle virksomheder på Færøerne, når en bank er i finansielle problemer?

Skriftlig begrundelse:

I dag har den færøske landsstyremand for finansanliggender ikke samme muligheder som den danske minister for at få udleveret fortrolige informationer fra Finanstilsynet om finansielle virksomheder på Færøerne. Det er først når en færøsk bank er i finansielle problemer, at den færøske landstyremand bliver oplyst herom, hvilket gør det problematisk at udøve økonomisk politik på et informeret grundlag.