Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv01. mai 2021
Kristianna W. Poulsen

Altjóða arbeiðaradagur: Rættindi eru ikki nøkur sjálvfylgja

Í dag er altjóða arbeiðaradagur, og við arbeiðarafeløgunum á odda markera vit stríðið fyri virðiligum arbeiðskorum fyri arbeiðsmenn- og kvinnur.

Ein fesk kanning vísir, at tess fleiri løntakarar skipa seg í fakfeløg, tess javnari er eitt samfelag. At talið av løntakarum, sum eru limir í fakfelagi hevur beinleiðis ávirkan á tann partin av samlaðu inntøkuni, sum fátækasti parturin av løntakarunum fær lut í. Hetta sambandið millum limaskap í fakfelagi og býtið av samlaðu lønarinntøkununum er ikki tilvildarligt, og tað vísir stóra týdningin av einum væl skipaðum arbeiðsmarknaði við fakfeløgum og sáttmálum.

Vit hava seinastu tíðina hoyrt um skelkandi umstøður hjá arbeiðsfólki í øðrum londum, har sáttmálar og fakfeløg eru bannlýst. Hesar fyritøkur byggja teirra peningaliga vinning á ómenniskjalig arbeiðsviðurskifti, har fólk ein langan arbeiðsdag hvørki fáa vátt ella turt, ta neyðugu hvíldina ella stundir at fara á vesi, men mugu pissa í fløskur, alt fyri ikki at seinka samlaðu arbeiðsferðina og effektivitetin á arbeiðsplássinum. Út av lagi vánalig kor, sum hvørki kunnu ella skulu góðtakast. 

Í seinnu helvt av 18. øld fór arbeiðararørslan at arbeiða fyri at vinna betri sømdir á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsdagurin var langur, ofta upp í 14 tímar, arbeiðaravernd var ikki til, og lønirnar vóru lágar. Bústaðar- og heilsuviðurskifti vóru vesalig, og sosial rættindi kundu okkara formøður og –fedrar bara droyma um. Ein 8 tímar langur arbeiðsdagur, arbeiðaravernd, hægri lønir, fólkaræði og betri lívikor sum heild vóru á skránni, tá ið 1. mai av fyrstani tíð gjørdist altjóða arbeiðaradagur.  

Í dag er hetta og fleiri onnur viðurskifti veruleiki. Og í dag eru tað ikki nógv fólk, sum ynskja eina uppgerð við tey rættindi og tær ábøtur, sum ættarliðini undan okkum hava stríðst fyri. 

Men vegurin móti málinum rúmar alla tíðina viðurskiftum, sum skulu betrast.

Hesar dagarnar hevur tiltrongd umrøða verið av stóra trotinum á fólki at starvast á vælferðarøkinum. Á hesum økjum starvast serliga kvinnur, og tær flestu arbeiða niðursetta tíð, tí tað fyri tær ikki ber til at arbeiða allar 40 tímarnar.

Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar, men veruleikin er, at fyri ein stóran part av kvinnunum í Føroyum ber tað ikki til at arbeiða fulla tíð. Hesin veruleikin er eisini settur í system á tann hátt, at í nógvum lýsingum eftir fólki til umsorganarstørv verður lýst við niðursettari tíð. Og hetta hevur álvarsligar avleiðingar fyri pensjónina og fyri lívsinntøkuna hjá alt ov nógvum kvinnum í Føroyum.

At hava ein arbeiðsmarknað, har ein stórur partur av arbeiðstakarunum ongan møguleika hevur fyri at arbeiða fulla tíð, og harvið ongan møguleika fyri at breyðføða sær og sínum, er snøgt sagt ikki nóg gott. 

Kvinnur skulu ikki hava eina politiskt vælsignaða orsøk til at velja ímillum, um tær vilja hava eitt spennandi og gevandi arbeiðslív, ella um tær vilja hava familju og børn. Vit vita frá øðrum londum, at um tær eru noyddar at velja, ja so velja tær arbeiðið. Hetta er ikki rímiligt, og hetta hvørki kann ella skal eitt væferðarsamfelag góðtaka.

Nógv er vunnið, og nógv er eftir at gera.

Góðan 1. mai øll somul.

 

Kristianna Winther Poulsen, limur í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin