Bjarni Hammer
Lesarabræv12. august 2015
Bjarni Hammer

Suðuroyar sjúkrahús – Visjónin

Kommunuval

Tað er neyðugt at varðveita og uppraðfesta Suðuroyar Sjúkrahús, men tað er ikki tað einasta, ið vit mugu kjakast um. Hugsast má størri!

Vit mugu hava eina greiða ætlan við Suðuroyar Sjúkrahúsi!

Eg síggi fyri mær, at Suðuroyar Sjúkrahús í nærmastu framtíð aftur hevur eina trygga og góða føðistovu á hægsta støði. Tað sama við skaðastovu, skurðdeild, seingjardeild, fysioterapideild o.s.fr.

Verður borið rætt at kann Suðuroyar Sjúkrahús vinna sær eina serstøðu innan heilsuverkið.

Serkunnleiki kann útvegast innan ávís øki - til dømis uppvenjingar og serligar skurðviðgerðir - og hetta kann vera við til at draga fólk til Suðuroynna.

Longu nú hava vit eina ta bestu fysiurgisku deildina í norðurlondum - hví gagnnýta vit ikki hetta tilfeingið, vit hava betur? Hví stovna vit ikki eina deild til uppvenjingar av apopleksisjúklingum og eitt nú fólki, ið hava verið úti fyri arbeiðsvanlukkum og ferðsluvanlukkum, og sum til dømis eru vorðin avlamin?

Samtykt er, at Eldrasambýlið við Sílá skal lata upp aftur, og hetta eigur at verða framt í verki beinanvegin.

Henda visjónin fyri Suðuroyar Sjúkrahús vil alla tíðina flyta okkum frameftir til at arbeiða fyri enn betri kørmum, enn hægri støði og enn betri trygd og trivnaði í Suðuroynni.

Bjarni Hammer
Valevni fyri Javnaðarflokkin