07. mai 2021

Nú skal landsstýrismaðurin svara um leið 400

Eyðgunn Samuelsen finst enn eina ferð á ferðaætlanina fyri leið 400 hjá Strandferðsluni. Nú vil hon hava landsstýrismannin inn í málið.

Eftir at Strandfaraskip Landsskip hevur broytt ferðaætlan í sambandi við at Eysturoyartunnilin lat upp, hava fleiri borgarar í Norðoyggjum og Eysturoynni víst á, at leiðin millum Klaksvík og Havnina (leið 400) broyttist til tað verra. Heili 87 borgarir sendu inn hoyringsskriv at mótmæla ætlaðu broytingunum um bara ein túr á morgni og ein túr seinnapart gjøgnum tunnilin.

Seinni játtaði løgtingið 2,1 mió. kr. í eykajáttan júst somu farleið við tí endamáli, at tað skuldi gerast smidligari at ferðast millum økini við almennari ferðslu. Síðani varð nýggj ætlan gjørd, sum einans økti talið við einum túri á morgni úr Klaksvík til Havnar og einum túri umventan veg fyrrapart. Hetta er alt annað enn nøktandi, heldur Eyðgunn Samuelsen.

- Endamálið við Eysturoyartunlinum var millum annað at gera tað smidligari at arbeiða í miðstaðarøkinum og búgva norðanfyri – og øvugt. Við hesi ferðaætlanini er tað alt annað enn smidligt, og tí er trupult at koma til aðra niðurstøðu, enn at roynt verður at reka fólk úr bussunum, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Hon hevur tí reist fyrispurning til landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen. Hann skal millum annað svara, um eykajáttanin á 2,1 mió. kr. í roynd og veru verður brúkt til leið 400, og um hoyringsskrivini hjá teimum 87 borgarunum eru tikin til eftirtektar.

- Leið 400 hevur higartil verið tann leiðin, ið hevur flutt nógv flest ferðafólk. Vit skylda tí teimum, ið trúliga hava nýtt farleiðina, smidligari túrar at ferðast ímillum, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Les allan fyrispurningin her.