10. september 2024
Eyðgunn: Hvussu verður við sálarfrøðinginum á Skúlatrøð?
Sum skilst, so hevur skipanin við sálarfrøðingi á skúlanum á Skúlatrøð eydnast væl. Bæði foreldur, børn og fakfólk hava verið sera væl nøgd, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Djóna N. Joensen, landsstýrismanni, fyrispurning um málið.