Nýggjastu greinar og tíðindi

25. mars 2024
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag nýggja nevnd
Herfyri var aðalfundur og nevndarval í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
22. mars 2024
Smyril klárar tað ikki einsamallur!
Tað má koma eitt eyka skip inn á Suðuroyarleiðini, inn til klárt er at koyra suður. Einki annað er virðiligt hjá øllum teimum, sum liva og virka í oynni. Øllum sum enn halda stand í okkara fantastisku oyggj.
20. mars 2024
Breið semja um príseftirlit
Eftirlitið skal gera marknaðargreiningar og tryggja, at eitt nú almennar stuðulsskipanir veruliga koma brúkarunum til góðar.
19. mars 2024
Smærri flokkar og meira tíð til einstaka næmingin
Løgtingið viðgerð í dag eitt uppskot frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni um at lækka floksstøddina niður í 20 næmingar.
18. mars 2024
Djóni: Nýtt kampus skal gera tað lættari hjá ungum at velja Føroyar
Eitt veruligt universitetsumhvørvi er avgerandi fyri at draga enn fleiri lesandi til Fróðskaparsetrið. Í dag var eitt stórt fet tikið, tá uppskot um projektering av nýggjum felagsbygningi fekk fyrstu viðgerð í Løgtinginum.
18. mars 2024
Fíggjarlógararbeiðið úr einum javnstøðusjónarmiði
Sum forkvinna í fíggjarnevndini hevur tað stóran týdning fyri meg, at atgongdin til vælferð og viðurskifti, ið ávirka fíggjarligu støðuna hjá kvinnum og børnum, fáa fokus og rúmd í fíggjarlógararbeiðnum.
12. mars 2024
Útlendsk prædikufólk í Føroyum viðfarin eftir skeivum mannagongdum í 20 ár
Danski útlendinga- og integratiónsmálaráðharrin viðgongur eftir áhaldandi spurningum frá Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni fyri Javnaðarflokkin, at danskar lógir og mannagongdir av órøttum hava verið galdandi, tá tað kemur til útlendsk prædikufólk í Føroyum.
12. mars 2024
Fíggjarligt haldføri og pensjónsaldur
Vit eiga avgjørt at viðgera, um teir breiðastu herðarnir ikki eiga at bera uppaftur størri byrðar, so vit kunnu tryggja búskaparligt haldføri.
08. mars 2024
Frágreiðing: Rætt til ríkisborgararætt?
Føroyar skulu fyrihalda seg til, at danska lóggávan um ríkisborgararætt ávirkar útlendingar í Føroyum. Somuleiðis skulu tiltøk setast í verk fyri at tryggja eina væleydnaða integratión og haldføran búskap. Viðurskiftini krevja politiskar tillagingar bæði í Føroyum og í Danmark.
08. mars 2024
Vit mugu seta kvinnuheilsuna á breddan
Kvinnudagurin er eitt gott høvi at dvølja eitt sindur við rættin hjá kvinnum til javnbjóðis heilsuviðgerð, sum tekur hædd fyri, at tað er munur á kvinnum og monnum.
07. mars 2024
Gylta pensjónsskipanin hjá tingfólkum verður søga
Í dag er uppskot lagt fram í løgtinginum um at avtaka lukrativu pensjónsskipanina hjá tingfólki. Og lønin hjá tingfólkunum verður IKKI hækkað, sum arbeiðsbólkurin annars mælti til.
05. mars 2024
Barbara tekur sæti á fólkatingi
Frá í dag til 25. mars fer Barbara Gaardlykke Apol at røkja fólkatingssessin fyri Sjúrð Skaale, ið er farin í farloyvi. Hetta er triðju ferð hon tekur sæti á fólkatingi. Fyrstu ferð var í mars 2020, og aðru ferð var í mai 2021.
27. februar 2024
Rætt til ríkisborgararætt
1. mars skipar Javnaðarflokkurin á fólkatingi fyri almennum tiltakið um føroyska útlendingaøkið, útlendska arbeiðsmegi og ríkisborgararætt í Føroyum.
13. februar 2024
Landsstevnan 2024
Leygardagin 18. mai verður landsstevna Javnaðarfloksins.
08. februar 2024
Virðilig kor til útlendska arbeiðsmegi
08. februar 2024
Flaggið fylgir fiskinum
Tá Russland í 2014 gav Føroyum lagaliga atgongd til russiska marknaðin, var hetta uttan iva partur av eini strategiskari ætlan um at knýta Føroyar nærri at sær politiskt. Flaggið skuldi fylgja fiskinum. ES átti at hugsað á sama hátt. Tí búskapur og politikkur hanga saman, segði Sjúrður Skaale á fólkatingið týskvøldið.
Lesarabræv
07. februar 2024
Er fólkaskúlin einasta orsøkin til vánaligu PISA-úrslitini?
Er tað rætt, bert at eftirmeta fólkaskúlan í samband við PISA -úrslitini? Hava vit ikki tørv á einum breiðari kjaki um, hvussu vit samfelagsliga kunnu betra um úrslitini?
22. januar 2024
Djóni: Meira tíð til einstaka næmingin
Færri næmingar í hvørjum flokki, so hvør næmingur fær betri umstøður at læra.
20. januar 2024
Ung og barnafamiljur skulu kunna velja Føroyar
Vit skulu gera tað møguligt hjá ungum familjum at seta búgv í Føroyum. Týsdagin verður fyrsta viðgerð av uppskoti frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, sum fer at seta ferð á byggingina av fleiri og bíligari bústøðum kring landið.
18. januar 2024
Verjumálaráðharrin fer at kanna málið um útgerðina á verjuskipum
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, tók í farnu viku málið um óvirknu kanónirnar á verjuskipunum upp við danska verjumálaráðharran, Troels Lund Polsen. Tað var eftir avdúking í Danmarks Radio um, at nøkur av verjuskipunum seinastu 15 árini hava verið virkin uttan grundleggjandi verjukapasitet.
17. januar 2024
Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava í Keypmannahavn í dag skrivað undir semjuskjal um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar 2025.
11. januar 2024
Veljarakanning: Hava vent gongdini
Nýggj veljarakanning gevur Javnaðarflokkinum eina munandi framgongd í mun til veljarakanningarnar í vetur. – Hetta ber boð um, at vit eru á rættari leið, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.
10. januar 2024
Glenn Bech í Smæruni
Mikukvøldið 7. februar verður danski rithøvundurin Glenn Bech í Smæruni í Havn.
10. januar 2024
Álvarsligt at verjuskipini ikki hava útgerðina í ordana
Føroyingar hava verið viðspælarar, og mann hevur tikið avgerð um at loyva einum nýggjum lofteftirlitsradara á Sornfelli. At verjuskipini um somu tíð eru virkin uttan grundleggjandi verjukapasitet er ógvuliga álvarsamt, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum nú vil hava danska verjumálaráðharran at greiða frá málinum.
08. januar 2024
Kim spyr um afturbering av MVG á leigubilum
Lesarabræv
04. januar 2024
Eyðgunn: Fólkaskúlin er raðfestur í ár
Tað er viðkomandi at upplýsa, at játtanin til fólkaskúlan hækkar við 22,2 mió. kr í ár.
04. januar 2024
Uni: Støðan á arbeiðsmarknaðinum krevur ein virknan og ambitiøsan útbúgvingarpolitikk
Samgongan hevur sett sær fyri, at yrkisútbúgvingar skulu raðfestast.
02. januar 2024
Uni: Familjurnar og fólkatalið í fýraogtjúgu
Fólkasamansetingin í Føroyum broytist spakuliga, og vit kunnu ikki bara lata sum um, at hetta er ein stokkut løtumynd
31. desember 2023
Aksel í nýggjársrøðu: Vit skulu seta mørk - men vit mugu eisini byggja brýr
Eg vóni, at vit hetta komandi árið fara at stríðast fyri at halda fast um nøkur mørk. At vit megna at flyta onnur mørk fyri at tryggja framburð. Og at vit altíð megna at vísa góðsku – eisini tá ið vit eru ósamd um, hvar mørkini skulu vera.
25. desember 2023
GLEÐILIG JÓL
Javnaðarflokkurin ynskir øllum føroyingum, úti og heima, á sjógvi og á landi, eini gleðilig og hugnalig jól.
21. desember 2023
SEV ER OG VERÐUR SAMHALDSFASTA ELFELAG OKKARA
Í útvarpstíðindunum í dag boðaði eg vegna landsstýrið frá, at løgtingslóg um elveiting er farin til hoyringar.
21. desember 2023
Aksel: Tunnilin ber sanniliga boð um, at nú gongur móti ljósari tíðum fyri Sandoynna
- Sandoyartunnilin er uttan iva størsta frambrot fyri Sandoynna nakrantíð. Og fyri restina av Føroyum gevur tunnilin okkum ríkar møguleikar at uppliva og kenna eina av Føroya vakrastu oyggjum. Hetta er ein nýggj byrjan. Ikki minst fyri tykkum sandoyingar.
19. desember 2023
Ingilín: Fleiri og bíligari bústaðir
Nú fáa kommunur heimild at seta almannagagnlig bústaðafeløg á stovn saman við Bústaðir. Hetta fer at betra munandi um møguleikarnar hjá Bústøðum at útvega fleiri leigubústaðir kring landið fyri ein rímiligan penga.
19. desember 2023
Fara undir Tjørnuvíkartunnilin nú komandi ár
Samgongan hevur sett 4,6 mió. kr. av í fígggjarlógini til at gera lendisarbeiði og aðrar fyrireikingar, so tunnilstoymið kann fara undir at gera Tjørnuvíkartunnilin longu í 2024.
18. desember 2023
Serstøk upphædd sett av til at fáa bíðilistarnar niður
16. desember 2023
Har er eingin sminka eftir, Jørgen!
Tað løgna er, at meiri ella minni øll viðurskiftini, sum Jørgen remsar upp, tók Fólkaflokkurin undir við í fíggjarnevndini. Um Jørgen so ikki tekur undir við hansara egna formanni, ja, tað má hann so sjálvur svara fyri.
16. desember 2023
Kristianna: Fleiri góð átøk fyri at koma rúsevnisforbannilsinum til lívs
Samgongan setir nú av álvara ferð á stríðið móti rúsevnismisnýtslu. Í fíggjarlógini eru fleiri góð átøk úr heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.
15. desember 2023
Súsanna: Samgongan hevur tikið ábyrgd og bøtt um søguliga lønarójavnan
Í fleiri ár hevur verið ávarað ímóti stóra starvsfólkatrotinum innan umsorganarøkini, sum fer at raka sera meint, um einki verður gjørt; ein orsøk er lønarlagið.
15. desember 2023
Eyðgunn: Kunnu fara undir at fyrireika hølini til MR-skannaran í ár
Fyri lítlari løtu síðani samtykti Løgtingið at játta Klaksvíkar sjúkrahúsi 1,3 mió. kr., so farast kann undir at fyrireika hølini til nýggja MR-skannarin beinanvegin.
15. desember 2023
Grøna orkuskiftið: Hava framt tvey átøk í Veðurlagsspolitikkinum aftrat
Tað gongur væl at fremja átøkini í Orku- og veðurlagspolitikkinum fram móti 2023.
14. desember 2023
Kim: Hetta vóru góð tíðindi fyri fiskimannin
Um árskiftið hækkar minstulønin hjá fiskimonnum úr 1.100 kr. upp í 1.275 um samdøgrið.
13. desember 2023
Fegnast um samtykt um humanitera vápnahvíld í Gasa
Humanitera støðan í Gasa er vanlukkulig, og tí er bráðneyðugt at fáa steðgað stríðnum umgangandi, so vit kunnu fáa neyðhjálp inn til tey neyðstøddu.
12. desember 2023
Eyðgunn: Raðfesta vælferðina og avlop á fíggjarlógini
- Vit hava gjørt nógvar góðar og neyðugar raðfestingar serliga á vælferðarøkinum, samstundis sum vit hava víst varsemi í rakstrinum.
11. desember 2023
Ingilín: Vit skulu gera tað møguligt hjá fólki at sleppa av við øll pantíløt á sama stað
Lóg um nýggja pantskipan verður eftir ætlan løgd fyri Løgtingið í februar.
09. desember 2023
Uni: Samráðingarleisturin skapar ójavna
Løgtingsmaðurin heldur, at Fíggjarmálaráðið eigur at broyta leistin, tí sum nú er fáa tey hægst løntu størstu lønarhækkingarnar.
08. desember 2023
- Nýggj battarískipanin hjá SEV er týdningarmikið tak á leiðini í grøna orkuskiftinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, tendraði í dag nýggja battarískipan hjá SEV. Tað var á hátíðarhaldi á Sundi í samband við, at SEV tók nýggju battaskipanina í nýtslu.
07. desember 2023
- Gott at leggja almenn arbeiðspláss uttanfyri høvuðsstaðin, tá tað ber til
Seinnapartin varð boðið til almenna móttøku á Giljanesi, nú stásiligi og sermerkti bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum er liðugur. Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fegnast um, at Sjóvinnustýrið nú kemur heim aftur vestur í Vágar.
07. desember 2023
Vita fólk av møguleikanum at søkja framskundaða pensjón?
Eitt av góðu málunum við pensjónsnýskipanini í 2019 var, at fólk fingu møguleikan at søkja framskundaða pensjón.
Lesarabræv
07. desember 2023
Fleiri fet nærri einum javnaðari samfelag
Aksel V. Johannesen hevði í vikuskiftinum tíðargrein í Sosialinum. Lesið alla greinina her.
06. desember 2023
Útflutningsvirðið kann økjast nógv - um rætt verður atborið
Í nógv ár hevur verið tosað um, at vit eiga at fáa alt okkara tilfeingi til lands, soleiðis at vit kunnu útvinna sum mestburtur úr øllum tí, vit taka úr havinum.
05. desember 2023
LESTRARSTUÐULIN Í TRYGGA LEGU
Í fleiri ár hevur lestarstuðulin verið mest sum óbroyttur, meðan lønir og aðrar almennar veitingar hava verið hækkandi. Hetta er nú broytt soleiðis, at lestrarstuðulin frameftir verður javnaður eftir sama leisti, sum aðrar almennar veitingar.
01. desember 2023
GERANDISVØRUR SKULU VERA BÍLIGARI
Um vikuskiftið hevur Aksel V. Johannesen eina tíðargrein í Sosialinum. Í greinini greiðir hann millum annað frá um ætlanirnar at broyta MVG lógina, soleiðis at gerandisvørur verða bíligari.
28. november 2023
20 mió. til nýtt sjósavn og stuðul til eftirskúlanæmingar
Sjúrður Skaale hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um fíggjarlógina fyri 2024. Tað snýr seg um tvinni viðurskifti.
08. november 2023
Langu bíðilistarnir til vardan bústað skulu styttast
Filmsbrot úr framsøgurøðuni hjá Biritu Matras Petersen um uppskotið um at hækka játtanina til at dagføra vardar bústaðir.
08. november 2023
Nú verður lætt um hjá lág- og miðalløntum
Fríggjadagin kunngjørdi landsstýrið skattalættan til lág- og miðallønt, sum kemur í gildi 1. januar 2024.
Lesarabræv
27. oktober 2023
Skil skal vera í almennum byggiverkætlanum framyvir
Nú løgmaður hevur sett hol á arbeiðið at endurskoða hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í framtíðini, kemur Jóhannis Joensen við einari tøkk og eini áheitan á politisku flokkarnar um at finna eina breiða semju.
24. oktober 2023
Sjúrður sett norsku stjórnini seks spurningar
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett norsku stjórnini seks spurningar um møguliga bunkring av russiskum skipum, ið áður komu til kei í Føroyum
24. oktober 2023
Nógvar familjur vita ikki síni livandi ráð
Nú rentur, húsaleiga og matvøruprísir eru ógvuliga nógv hækkað hevur Súsanna Bertholdsen sett landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum ein fyrispurning um støðuna.
24. oktober 2023
Almannagagnligir bústaðir skjótt veruleiki
Nú er uppskotið um almannagagnlig bústaðarfeløg endiliga liðugt og farið til almenna hoyring.
Lesarabræv
10. oktober 2023
Altjóða Sálarheilsudagur – vit kunnu øll verða rakt
10. oktober er altjóða dagur fyri sálarheilsu. Endamálið við degnum er at fremja meira opinleika og vitan um sálarheilsu og um sálarsjúku.
06. oktober 2023
Donsk útlendingalóg avmarkar samkomulív í Føroyum
Danska “forkynderloven” frá 2016, sum skal avmarka virksemið hjá víðgongdum imamum í Danmark, rakar katólsku kirkjuna í Føroyum. Málið er nú tikið upp á fólkatingi
04. oktober 2023
Av arbeiðsborðinum á løgtingsborð
Røðan, sum Uni Holm Johannesen, tingmaður, helt undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024.
03. oktober 2023
Hvussu nógv er ein børkubóndi verdur?
Røða sum Ingilín D. Strøm helt á Náttúruráðstevnuni hjá FNU 3. oktober 2023.
27. september 2023
Starvslýsing: Spennandi starv sum ráðgevi hjá Javnaðarflokkinum
Hevur tú hug at arbeiða við politikki á einum spennandi arbeiðsplássi? Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum sóknast eftir ráðgeva við góðum samskiftisevnum og sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
24. september 2023
Limatiltak í Suðurstreymoyar Javnaðarfelagi 27/9
Mikukvøldið 27. september skipar Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri limatiltaki við yvirskriftini "Virðilig eldrarøkt - ynski og veruleiki". Tiltakið byrjar kl. 19:30 og verður í Javnaðarhúsinum (Niels Finsensgøta 14 á loftinum)
20. september 2023
Lat felags sjúkrahúsleiðsluna fáa frið at virka
Nýggi stjórin á Suðuroyar sjúkrahúsi verður settur eftir júst somu treytum, sum tann verandi er. Í stívliga fimm ár hava vit havt eina vælvirkandi felags sjúkrahúsleiðslu, men framvegis eru kreftir, ið arbeiða ímóti.
07. september 2023
Meira stuttflutt, gongd í haga og fleiri bústaðir á smáplássum
Tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum seta landsstýrisfólkum spurningar um alt frá stuttfluttum matvørum til gongd í haga og bústaðir á útoyggj.
07. september 2023
Bárður og haldførið
- Tá Bárður tók við sum løgmaður, hevði landskassin eitt avlop á slaka hálva milliard. Tá Bárður legði frá sær, var hetta avlopið vekk, sigur Hans Jacob Thomsen, løgtingslimur.
30. august 2023
“Viðkemur tað okkum?”
7. september fara ukrainski ambassadørurin í Danmark og tveir føroyskir soldatar í Ukraina at tosa um kríggið og tess týdning fyri Europa og Føroyar
28. august 2023
Fleiri fólk í bussarnar
Seinastu árini er ferðafólkatalið við Bygdaleiðum støðugt lækkað. Hetta er ein gongd skeiva vegin, metir Eyðgunn Samuelsen tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum vísir á, at ynskja vit at fáa fleiri fólk at nýta kollektivu og almennu ferðamøguleikarnar – og harvið minka um samlaða útlátið frá akførum – er neyðugt við eini menningarætlan fyri Bygdaleiðir.
25. august 2023
Suðuroyggin ikki partur av Føroyum
Tað er framtíðin fyri oynna og einasti vegur, at fáa atgongd til allan arbeiðsmarknaðin og framburðin í Føroyum. Hetta snýr seg um, at Suðuroyggin skal yvirliva, skrivar Bjarni Hammer í lesarabrævi í kvøld.
18. august 2023
- Tað, sum kundi bíða, kann ikki bíða longur
- Eitt er at hava avlop í góðum tíðum. Men tað er eisini ein átroðkandi uppgáva at gera samfelagið bíligari at reka og liva í, og at hugsa øðrvísi fyri at styrkja inntøkugrundarlagið. Tað er ein uppgáva, sum skal takast í størsta álvara, sigur Uni Holm Johannesen, løgtingslimur, í viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans.
16. august 2023
Sjúrður spyr um amerikanska herflogfarið, ið fleyg lágt yvir Føroyum
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr um danski verjumálaráðharrin var kunnaður um amerikanska herflogfarið, ið fleyg lágt yvir oyggjarnar tann 5. August
15. august 2023
Djóni: Revolutiónin er inklusiónin
"Mín revolutión er kanska eitt sindur øðrvísi enn tær, sum hava myndað politisku søguna í heiminum", segði Djóni Nolsøe Joensen í síni heilsan til tey ungu, sum møttu upp í Javnaðarhúsinum á ólavsøku.
03. august 2023
"Okur mugu aldrin gerast privilegiublind"
Eftir at hava hoyrt løgmansrøðuna á ólavsøku mann eingin ivi vera um, hvat okkara løgmaður hevur fremst í huga: javnvágina í samfelagnum, javnvágina í gerandisdegnum, javnvágina í búskapinum.
03. august 2023
"Framgongdin skal koma menniskjanum og familjuni til góðar"
"Fyri fyrstu ferð í áratíggju er ein greið ætlan um at lata ein part av framgongdini koma menniskjanum og familjuni til góðar," sigur Hans Jacob Thomsen í viðgerðini av løgmansrøðuni.
02. august 2023
Eyðgunn viðger løgmansrøðuna
Í dag viðger løgtingið løgmansrøðuna. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevði hesar viðmerkingar til røðuna hjá løgmanni.
31. juli 2023
Ólavsøka 2023: Løgmansrøðan hjá Aksel
Aksel V. Johannesen helt í dag sína fimtu ólavsøkurøðu. Les og síggj røðuna her.
24. juli 2023
Setið eitt veruligt Heilsustýri fyri sundurspjaddum og høvuðleysam heilsuverki
Av allari samlaðu almennu nýtsluni brúka vit 1,6 mia. kr. ella knappliga ein fjórðing til Heilsuverkið. Men tað er ongin ætlan fyri, hvat vit vilja hava burturúr ella nøkur vitan um, hvat vit fáa burturúr.
07. juli 2023
Danska løgmálaráðið sinnað at kanna vitjanartreytir hjá føroyskum fangum
Sum svar uppá áheitan hjá Sjúrði Skaale upplýsir danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, at kriminalforsorgin í Danmark nú fer at kanna, hvussu vitjanartreytir og aðrar umstøður hjá føroyskum fangum í Danmark kunnu betrast.
22. juni 2023
Løkke: Eingin munur um føroyskar ella danskar fyritøkur samstarva við Kina
Nýggja uttanríkis- og trygdarpolitiska strategiin hjá Danmark ger ikki mun á, um føroyskar ella danskar fyritøkur hava handilsligt samband við Kina. Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkismálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale.
19. juni 2023
Steinur omaná byrðu
Umframt at hava sjúku at dragast við, skal viðkomandi eisini stúra um fíggjarstøðuna. Tað er als ikki nóg gott, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, nú hon varpar ljós á tey, sum arbeiða tímalønt.
19. juni 2023
Loysn má finnast beinanvegin
Inglín D. Strøm hevur sett ein arbeiðsbólk at finna bestu loysnina uppá dustdálking frá jarðhitaboring
14. juni 2023
Skaale: Fútin skal ikki forða rættarskipanini í stórum málum
Seinastu árini hava føroyskar fiskivinnufyritøkur fleiri ferðir verið ákærdar fyri brot á fleiri fiskiveiðukunngerðir og fyri brot á revsilógina. Málini hava øll tað til felags, at danska ákæruvaldið hevur “súltað” tey burtur. Hetta finnur Sjúrður Skaale seg ikki í.
09. juni 2023
Løgmaður hevur ikki sagt ósatt fyri løgtinginum
Aksel V. Johannesen harmast um, at hann á tíðindafundi í Viðareiði ikki var nóg neyvur, men løgmaður hevur ikki sagt ósatt fyri løgtinginum.
09. juni 2023
Søguligir dagar í Nuuk
Føroyar skulu hava fult innlit í verju og trygdarmál, viðgera tey og taka støðu til tey. Okkara sjálvræði verður munandi víðkað, siga Bjarni Hammer og Sjúrður Skaale eftir áhugaverdar dagar í Nuuk.
02. juni 2023
Hondbóltslandsliðið kann seta ríkisfelagsskapin undir trýst
Røðan hjá Sjúrði til endaorðaskiftið á fólkatingi 31. mai 2023
01. juni 2023
Økt virksemi í Føroyum orsakað av krígnum í Ukraina - nei takk!
​Landsstýrið vil minka virksemið hjá russiskum fiskiskipum í føroyskum havnum.
31. mai 2023
Sjúrður fekk Pape at eta orðini í seg aftur
Til endaorðaskiftið, sum er í løtuni í fólkatinginum, vildi Sjúrður Skaale hava formannin í Konservativa flokkinum, Søren Pape, at fyrihalda seg til útsøgnina, sum hann hevði í donskum miðlum herfyri, har hann segði seg vera “fullkomiliga líkaglaðan við føroyskar fiskiveiðuavtalur”.
Tíðindi
31. mai 2023
Løkke: Framstig móti sterkari samstarvi millum Føroyar og ES
Tá Lars Løkke-Rasmussen var i Føroyum róði hann fleiri ferðir framundir – uttan at siga tað beinleiðis – at samstarvið millum Føroyar og Russland kann forða fyri betri handilsavtalum millum Føroyar og ES og Bretland.
22. mai 2023
Nýggjur formansskapur í Javnaðarflokkinum
Leygardagin varð nýggjur formansskapur skipaður í Javnaðarflokkinum. Jóna Ólavsdóttir legði frá sær sum 2. næstforfólk, og Jens Arni Leo Hammerfoss tók við
21. mai 2023
Landfundarsamtykt 2023
21. mai 2023
Gestarøða: Latum okkum øll flyta til Havnar
Anne Mette Greve Klemensen var gestarøðari til landsfundin 2023. Les røðuna her.
20. mai 2023
Formansfrágreiðingin 2023
Les formansrøðuna sum Aksel V. Johannesen helt á landsfundinum 2023 her.
17. mai 2023
Landsfundur 2023
Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum verður leygardagin. Á skránni eru røður og politiskt orðaskifti.
16. mai 2023
Hvør króna ov nógv til bygging er ein króna minni til vælferðartænastur
Betri eftirlit skal sum heild verða við stórum almennum byggiverkætlanum, sigur Jóhannis Joensen.
16. mai 2023
Náttúruverndarlógin er samtykt
11. mai 2023
Somu vælferðartilboð til allar føroyingar
Tað er gleðiligt, at fólk í Suðuroynni, sum hava røkt og umlætting fyri neyðini, kunnu síggja fram til at fáa 10 nýggj búpláss í oynni. Fólk í útjaðaranum mugu ikki hava verri atgongd til vælferðartænastur, sigur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
11. mai 2023
Skannarin og spjaðingin
Tað er stórt spell og púra óneyðugt, at frálíka føðingardagsgávan, sum vinnulívsfólk hava latið sjúkrahúsinum í Klaksvík, verður brúkt til illgitingar og niðurbrótandi politiska øsing.
10. mai 2023
Kjakið um Exit Russland? - frágreiðingina
Týsdagin 02. mai legði Javnaðarflokkurin á fólkatingi fram frágreiðingina Exit Russland? Endamálið við frágreiðingini og tiltakinum var at birta upp undir eitt kjak um hetta sera týðandi mál. Herundir eru leinkjur til viðmerkingar og samrøður - til kjakið, sum hevur verið í sambandi við frágreiðingina.
09. mai 2023
Samtykt: Bústaðir skal ikki longur skal geva fíggjarligan vinning
TAK YVIR HØVDIÐ: Undan valinum lovaði Javnaðarflokkurin at arbeiða fyri einum meira fjølbroyttum bústaðarmarknaði. Í dag taka vit eitt avgerandi fet, og tað fegnast vit um.
04. mai 2023
Sálarfrøðing á øllum skúlum
Alsamt fleirt børn og ung stríðast við sálarheilsuni, og tað mugu vit taka í størsta álvara, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
04. mai 2023
Útrokningar til Exit Russland?-kanningina
Á leinkjuni herundir eru útrokningar til Exit Russland?-kanningina, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi legði fram týsdagin 02 mai. Talan er um eitt excel-skjal, har ein og hvør kann broyta ymisku virðini, um ein metir tey vera ov høg ella lág.
03. mai 2023
Eigur at verða smidligari hjá pensjónistum at fara til arbeiðis
Tað er ikki nøkur løtt uppgáva sjálvur at rokna út, hvussu nógv skal rindast í skatti. Tað eiga vit ikki at áleggja pensjónistunum, sum hava hug og heilsu at arbeiða, sigur Hans Jacob Thomsen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.
03. mai 2023
Røða hjá Magnu Mørkøre á arbeiðaradegnum 2023
Røða sum Magna E. Mørkøre helt á Reyða Torginum í Vestmanna á arbeiðaradegnum tann 1. mai 2023.
02. mai 2023
Exit Russland? Hvat vendir upp og niður í fiskiveiðuavtaluni
Bæði moralskt og fíggjarliga er fiskiveiðuavtalan við Russland størsta og týdningarmesta politiska mál í Føroyum í løtuni. Hon snýr seg um ørandi mongdir av fiski, um nógv arbeiðspláss, nógvar pengar og grundleggjandi prinsipp. Kortini verða avgerðir um hana tiknar í duldum. Tað ber ikki til.
Lesarabræv
01. mai 2023
1. mai: Hvat stendur stríðið um í dag?
Í dag er altjóða arbeiðaradagur, og vit markera tann stóra samfelagsliga týdningin, sum stríðið fyri betri arbeiðskorum hevur havt. Ofta tosa vit á arbeiðaradegnum um tey tøk, sum eru tikin.
01. mai 2023
Røða hjá Súsonnu Bertholdsen á arbeiðaradegnum 2023
At vera Valari verður nú roknað sum eitt heiðursnavn, bæði á Tvøroyri og í restini av Føroyum – kanska serliga, tá Valarasangurin verður sungin, tí tá ynskja øll at reisa seg, men soleiðis var ikki fyri 100 árum síðani.
28. apríl 2023
1. mai: Hesi verða tiltøkini
Mánadagin er altjóða arbeiðaradagur. Vit hava savnað saman nøkur tiltøk sum eru kring landið.
24. apríl 2023
Exit Russland? Hvat vendir upp og niður í fiskiveiðuavtaluni
Týsdagin 2 mai seta vit fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland á breddan. Frágreiðingin “Exit Russland?”, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, verður løgd fram við nýggjum tølum, sum seta stór spurnartekin við, um avtalan búskaparliga er góð fyri Føroyar.
24. apríl 2023
Fíggjarlógaravtala: Nýskapandi verkætlan verður nú framd í Sørvági
Fyri fleiri árum síðani setti ein arbeiðsbólkur í Vágum saman við Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, seg í samband við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin í sambandi við ætlanina um at byggja eitt mentanarhús og sjósavn Miðvági. Altso eitt hús, sum bæði skuldi hýsa mentanarligum tiltøkum og lýsa siglingarsøgu Føroya. Talan var um eitt byggilistarliga nýskapandi hús.
24. apríl 2023
Tiltak: Er fiskiveiðuavtalan við Russland góð fyri Føroyar?
Javnaðarflokkurin á fólkatingi skipar fyri tiltaki um fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland
24. apríl 2023
Eingin skal kenna seg sleptan upp á fjall
Tá tú hevur børn við serligum tørvi, mást tú ikki kenna teg sleptan uppá fjall av myndugleikunum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
20. apríl 2023
Eiga vit at gera ein telefonpolitikk fyri landsins skúlar?
Trupulleikin við fartelefonunum er vorðin so stórur, at spurningurin er, um vit ikki eiga at hava eina felags kós, tá tað kemur til fartelefon í skúladegnum, sigur Jóhannis Joensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.
20. apríl 2023
Eyðfinn Mørk farin til eitt betri stað
Minningarorð um Eyðfinn Mørk, sum var 23 ár í Vágs Kommunu og gjørdi eitt megnar arbeiði fyri Javnaðarflokkin.
13. apríl 2023
Kvinnur vóru kanska ikki forsyrgjarar í 1969, men tað eru tær altso í dag
13. apríl 2023
Latið okkum koma rúsevnisforbannilsinum til lívs
Stríðið stendur móti sterkum og eirindaleysum fíggindum, og tað krevur beinharða politiska raðfesting, sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
13. apríl 2023
Old takkar fyri frálíka sending: Serstøk mentan sum vil nakað
"Ein stór og ógloymandi uppliving at síggja hesi fólkini aftur. Talan var um bæði skyldfólk og vinfólk, sum man hevur livað ímillum, og sum ikki longur eru okkara millum", sigur Henrik Old, sum takkar fyri góða sending í Kringvarpi Føroya.
13. apríl 2023
Ársaðalfundur í Norðstreymoyar Javnaðarfelag
Mikukvøldið verður ársaðalfundur í Norðstreymoyar Javnaðarfelag
01. apríl 2023
100 dagar í landsins stjórn
31. mars 2023
Nú verða demenssamskiparar um alt landið
Endiliga fáa vit eina demensskipan sum røkkur um alt landið. Tað eru gleðilig tíðindi, sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin
30. mars 2023
Eg eri ein sera fegin og errin fíggjarnevndarforkvinna
Fyri fyrstu ferð í trettan ár er tað ein samd fíggjarnevnd, sum leggur álit fram um fíggjarlógaruppskot. Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini, og hon fegnast í dag.
30. mars 2023
Peruvellingurin luktar brendur
- Í mínum seinasta lesarabrævi var eg rættiliga stúrin, tí limur í Búskaparráðnum tykist at vera partur av lobbyismu. Aftursvarið, sum Johnny í Grótinum hevði til mítt lesarabræv, sannførir neyvan nakran um tað øvugta, skrivar Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
30. mars 2023
Landsfundurin verður 20. mai 2023
Árligi landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum verður hildin 20. mai í Smæruni í Havn.
29. mars 2023
Eingin, sum liggur til tað síðsta, skal bíða eftir heilivági
Tá okkara kæru liggja til tað síðsta, ynskja vit at tað skal vera so pínufrítt og friðsælt, sum til ber. Tí eiga vit at geva røktarheimum loyvi at liggja inni við neyðuga heilivágnum, sigur Magna Eliana Mørkøre, sum seinastu vikuna hevur verið varafólk í løgtinginum fyri Javnaðarflokkin.
28. mars 2023
Nú mugu vit byggja fleiri bústaðir
Bústaðarneyðin er veruleiki. Vit mangla fleiri túsund heim í Føroyum, og tað vil samgongan gera nakað við. Latið okkum geva Bústøðum fríari ræsir, so vit fáa fleiri og bíligari leigubústaðir, sigur Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
27. mars 2023
Nú skulu barnakonur ikki longur rinda fyri at eiga í Havn
Tá barnakonur kring landið noyðast til Havnar at eiga, skulu tær ikki longur fáa rokning fyri gisting og vistarhald. Tað eru gleðilig tíðindi, sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
24. mars 2023
Pabba fór til Havnar
Suðuroyingar og onnur í útjaðaranum brúka heilar dagar í Havn fyri at fáa svar uppá eina blóðroynd. Tað er ikki neyðugt – latið okkum flyta hendan partin av heilsuverkinum inn í talgilda heimin, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
24. mars 2023
Meg minnist eina mynd
Tá løgtingið í dag byrjaði viðgerðina av náttúruverndarlógini, legði Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna, út við sera góðari røðu, har hon minti okkum øll á, hví vit skulu hava eina tíðarhóskandi lóg fyri náttúruvernd.
21. mars 2023
Johnny samanber perur og bananir
“So hví Johnny og onnur í einum føri gloyma hagtøl, í øðrum førum samanbera perur og bananir, og í onkrum triðja føri brúka beinleiðis villeiðandi tøl, kunnu vit bara gita um”. Hans Jacob Thomsen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, kemur í lesarabrævi við nøkrum rættleiðingum til Johnny í Grótinum.
21. mars 2023
Betri fólkaheilsa styrkir samfelagið
Vit hava onga fólkuheilsuætlan gjørt síðani 2006, vísir Jóhannis Joensen á. Hann hevur sett Margit Stóra, landsstýriskvinnu í Heilsumálum, fyrispurning um, hvørjar ætlanir hon hevur á fólkaheilsuøkinum.
20. mars 2023
Vit eiga ikki at senda tómar fløskur til Danmarkar
Vit eiga ikki at sigla tómar fløskur til Danmarkar fyri at fáa pantið aftur.
20. mars 2023
Magna tikið sæti á tingi
Í dag hevur Magna Eliana Mørkøre tikið sæti á løgtingi fyri fyrstu ferð.
Samhandilin við Russland
Grein
20. mars 2023
Skal russiska hurðin latast aftur, má tann evropeiska latast upp
Í temagreinini í Altinget um viðurskiftini í Arktis og fiskiveiðuavtaluna við Russlandi vísir Sjúrður Skaale á, tað er neyðugt, at hurðin til evropeiska marknaðin skal latast upp, skal tann russiska latast aftur.
15. mars 2023
Súsanna: Hjálparpakkin má koma skjótast gjørligt
Við hesi rámandi røðuni hjá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin, byrjaði løgtingið í dag sína viðgerð av uppskotinum um hjálparpakka til fíggjarliga sperd húski.
15. mars 2023
Uni fegnast um styrkt fiskiveiðueftirlit
Játtanin til Vørn og fiskiveiðueftirlit hækkar við tveimum milliónum. Tað er tiltrongt og skal virka fyri betri møguleikum at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og tað fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum, sigur Uni Holm Johannesen.
14. mars 2023
Hans Jacob: Vitan og vilji tryggja burðardygd í fiskivinnuni
Løgtingið hevði í dag aðalorðaskifti um fyrisiting av sjófeingi. Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, gav sítt íkast til orðaskiftið við hesi røðuni.
Arktis
Grein
14. mars 2023
Føroyar hava minkað samhandilin við Russland meir enn Danmark
Danskir politikarar og fjølmiðlar mála ofta ta mynd, at Føroyar standa á skeivari síðu í stríðnum móti russiska áganginum. Tað hendi aftur í fólkatinginum í dag, har orðaskifti var um Arktis. Sjúrður Skaale nýtti ein part av talu síni til at svara aftur tí, sum varð ført fram
Tíðindi
10. mars 2023
Vandamiklir føroyingar verða ikki mettir út frá serføroyskum viðurskiftum
Tá føroyskir psykiatriskir myndugleikar meta ein persón vera so vandamiklan, at hann ikki má ganga leysur, gongur danska Rættarlæknaráðið oftast ímóti hesum. Orsøkin er, at teir vandsmiklu føroysku persónarnar ikki eru so vandamiklir eftir donskum mátistokki.
09. mars 2023
Mvg av stroymingartænastum: Vilja flyta pengarnar heim
Samgongan vil, at mvg av útlendskum stroymingartænastum skal síggjast aftur í Føroyum. Uni Holm Johannesen spyr landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, hvussu tað gongur við hesum arbeiðinum
Altjóða kvinnudagur
08. mars 2023
Ingilín: Hvat er so ósjónligt arbeiði?
Í dag ætli eg at siga eitt sindur um ósjónligt arbeiði. Tað ljóðar gandakent og gátuført, men tað er tað als ikki.
Altjóða kvinnudagur
Grein
08. mars 2023
Altjóða kvinnudagur - neyðugt við politiskum raðfestingum
Enn ein 8. mars, sum gevur okkum høvi at taka støðu til avbjóðingar og livikor hjá gentum og konum í Føroyum og í heiminum.
Altjóða kvinnudagur
Grein
08. mars 2023
Margitsa klumma: Altjóða kvinnudagurin 8. mars
Altjóða kvinnudagurin hevur nógv ár á baki, men framvegis er umráðandi, at vit brúka hendan dagin til at markera ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri at náa málinum um javnstøðu millum kynini.
Tollur, Mvg og avgjøld
Grein
03. mars 2023
Munur á tolli, Mvg og avgjøldum
Mvg, tollur og avgjøld eru ikki tað sama. Mvg er stytting fyri meirivirðisgjald (kallast moms á donskum), og kann skiljast sum ein skattur á vørur og tænastur. Tollur er eitt annað gjald, sum oftani legst aftrat á vørur, sum innflytast til eitt land úr einum øðrum landi. Avgjald er føroyskt heiti, og fevnir bæði um mvg og onnur avgjøld, sum t.d. stakvørugjald (punktafgifter á donskum). Onnur avgjøld leggjast á ofta vørur sum t.d. tubbak og rúsdrekka.
01. mars 2023
Nú fáa fíggjarliga sperd húski tiltrongdu hjálpina
Nú er hjálparískoyti ávegis til teirra, sum eru serliga meint rakt av, at gerandisvørurnar eru vorðnar dýrari, rentan er hækkað, og at oljuprísurin er farin upp.
22. februar 2023
Hans Jacob fyrstu ferð á røðarapallinum
Hans Jacob Thomsen er nývaldur løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og hevði í farnu viku sína fyrstu røðu á tingi, har hann umrøddi fíggjarlógina.
16. februar 2023
- Eg skal tryggja mínum ommubørnum eitt vælferðarsamfelag
Á vitjan í fíggjarnevndini: Fíggjarnevndin hevur til uppgávu at hava eftirlit við penganýtsluni hjá landinum. Vit hitta forkvinnuna til eitt prát um vælferð, fíggjarstýring og um kynstrið at spara í góðum tíðum
16. februar 2023
Margit raðfestir dialýsu í Suðuroy
Tað hevur eydnast landsstýriskvinnuni í heilsumálum at raðfesta dialýsuna í Suðuroy á fíggjarlógini fyri 2023. Tað fegnast Javnaðarflokkurin um í dag.
Tíðindi
14. februar 2023
Hví sleppa danskir myndugleikar vandamiklum føroyingum leysum?
Stundum meta føroyskir psykiatriskir myndugleikar ein persón vera so vandamiklan, at hann ikki má ganga leysur. Men næstan altíð gongur danska Rættarlæknaráðið og dómsvaldið ímóti hesum. Orsøkin tykist vera, at støði verður tikið í donskum heldur enn føroyskum viðurskiftum
14. februar 2023
- Nú kemur fíggjarligt skil í aftur
Samgongan hevur sitið 54 dagar við landsins leiðslu, og longu nú sæst munurin í krónum og oyrum.
13. februar 2023
Johan Samuelsen til áminningar
Minningarorð um ein trúgvan og eldhugaðan floksfelaga
10. februar 2023
Vil senda neyðhjálp til Sýria og Turkalands
Landsstýrið fer at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar í Sýria og Turkaland
Starvsvenjing
Grein
09. februar 2023
Andreas Lolk er í starvsvenjing á Christiansborg
Hesa vikuna er Andreas Lolk í starvsvenjing hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi. Andreas gongur í 8. klasse í Gentofte Skole og skal næstu vikurnar læra seg um praktisku og politisku lutirnar í fólkatingsarbeinum , umframt at hann sjálvur sleppur at hugsavna seg í málum, sum hann heldur vera spennandi.
Eftirløn
Grein
08. februar 2023
Nú er enn lættari at søkja um skattafrítøku av pensjónsútgjaldi
Eftirlønarfólk og tey, sum í næstum skulu fáa eftirløn, noyðast ikki eins og fyrr at ringja runt til nógvar, ymiskar stovnar, tí nú kann hetta gerast á einum stað
07. februar 2023
- Fólk mugu vita, hvar er dálkað
Ingilín D. Strøm vil krevja kommununum eftir eini ítøkiligari ætlan og samstundis vil hon skelta, har tað er dálkað
Tíðindi
07. februar 2023
Mark má setast fyri, hvussu leingi staturin kann venda byrsumúlan móti einum borgara
Tað má vera mark fyri, hvussu leingi staturin kann vera eftir fólki, áðrenn dómur fellur. Eitt mark fyri bíðitíð. Tað er brot á prinsippini, sum eitt rættarsamfelag eigur at byggja á.
07. februar 2023
Nógv javnaðarmál á arbeiðsborðinum
Landsstýrið er farið til verka, og løgmaður gleðist um, at nógv góð javnaðarmál eru sett í gongd
Tíðindi
03. februar 2023
Kim á røðarapallinum fyri fyrstu ferð
Kim Durhuus úr Hósvík er nývaldur løgtingmaður og hevur júst hildið sína fyrstu røðu í tinginum
pensjón
Grein
02. februar 2023
Vegleiðing fyri skattafrítøku av pensjónsútgjaldi
Fleiri føroyingar við skattskyldu í Føroyum uppliva trupulleikar, tá pensjónin úr Danmark skal útgjaldast, tí teir fáa av órøttum skattarokning í Danmark. Serliga eru tað fólk innan heilsuøki, løgregluna og nakrir námsfrøðingar. Her er ein yvirskipað vegleiðing fyri, hvussu ein skal bera seg at.
Røður
Tíðindi
20. januar 2023
Savningarmegi á ólavsøku og rættartrygd
Tíðindi
19. januar 2023
Eyðgunn er nú næstforkvinna
Eyðgunn Samuelsen er nú næstforkvinna í Javnaðarflokkinum. At fáa samansjóðað tingfólkini er eitt av fremstu málunum hjá nýggju næstforkvinnuni, sum eisini er forkvinna fyri tingbólkin, nú Aksel er vorðin løgmaður.
09. januar 2023
Dýri bíðidagur skal framvegis vera frídagur og heiligdagur
Nú danir frá komandi ári vilja strika dýra biðidag, er føroyski álmanakkin tann einasti í heiminum, har fjórði fríggjadagur eftir páskir er heiligdagur. Tað eiga vit at halda fram við, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Tíðindi
06. januar 2023
Sjúrður er formaður í Arktisku sendinevndini
Sjúrður fremsta fólk í Artisku sendinevndini í fólkatinginum, sum eitt nú arbeiðir við trygdarpolitikki og umhvørvisvernd.
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
06. desember 2022
Latið bryggarí og destillarí selja egnar vørur
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
06. desember 2022
Tolsemi
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
06. desember 2022
Ábyrgdarfullan búskaparpolitikk
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
06. desember 2022
Íløgurnar mugu samskipast
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
05. desember 2022
Greiðan ferðavinnupolitikk
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
05. desember 2022
Fjølbroyttari vinnulív
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
05. desember 2022
Betri kor til lág- og miðallønt
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
05. desember 2022
Arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
05. desember 2022
Vánaligari fíggjarstýringin er størsta hóttanin móti vælferðini
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
04. desember 2022
Fólkaflokkurin og strámenn
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
04. desember 2022
Øll skulu hava ráð til grøna orkuskiftið
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
03. desember 2022
Hvat vil Fólkaflokkurin?
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
03. desember 2022
Náttúra
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
03. desember 2022
Tey ganga reyðklødd
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
02. desember 2022
Øll skulu hava ein lækna
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
02. desember 2022
Raðfesti menniskja fram um tunlar og asfalt
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
02. desember 2022
Lægri partafelagsskatt til smærri fyritøkur
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
02. desember 2022
100% Fiskavirkisskipan
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
02. desember 2022
Barnarøkt byrjar við byrjanini
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
02. desember 2022
Integratión – vit skulu gera tað, sum skal til
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
02. desember 2022
Jørgen og misskiljingarnar
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
01. desember 2022
Skúladepilin í Suðuroynni
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
01. desember 2022
Barsil til øll – eisini til pápar og sammøður
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
01. desember 2022
Lærarar undir trýsti
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
01. desember 2022
Er skúlin fyri øll?
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
01. desember 2022
Inflasjónshjálp við skili
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
01. desember 2022
Útlendingar eru annað enn arbeiðsmegi
Tíðindi
01. desember 2022
Avtalan við stýrið hjá Putin
Javnaðarflokkurin vil taka ábyrgd av vinnulívinum og fólkinum, so framtíðarútlitini eru í tryggum kørmum. Men vit vilja eisini, at eftirkomarar okkara skulu minnast okkum sum eitt land, tjóð og fólk, sum eisini byggir á etikk og moral. Eitt land, sum hevur dirvi til at gera tað rætta. Eisini tá tað er trupult.
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
01. desember 2022
Fingrarnar vekk frá SEV
Vit skulu í felag hava ræðið á grundleggjandi samfelagsligum økjum, og at veita streym er avgjørt eitt av hesum økjum. Málið skal vera at framleiða streymin so bíligt sum gjørligt til borgaran.
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
01. desember 2022
Vaksandi prísvøkstur, vaksandi fíggjarligur ótryggleiki
Ein av orsøkunum til, at eg avgjørdi at stilla upp í ár, er vegna fíggjarligan ójavna í landinum.
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
30. november 2022
Nýskipanir neyðugar
Gert tú tað sama, fært tú tað sama. Vilt tú hava nakað annað, mást tú gera nakað annað!
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
30. november 2022
List skal vera fræls
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
30. november 2022
Standa vit á gáttini til at gerast eitt altjóða universitet?
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
30. november 2022
Lat tey fáa løn fyri at læra
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
30. november 2022
Standa saman um Setrið
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
30. november 2022
Tónleikurin betri sømdir
Løgtingsval 2022
Lesarabræv
30. november 2022
Orðblindni í fólkaskúlanum