Bjarni Hammer
Lesarabræv22. august 2015
Bjarni Hammer

COOL CASH!

Okur mugu hava meira og støðugt arbeiði á Tvøroyri og í Suðuroynni.


Eg vil av øllum alvi og huga stuðla Varðanum Pelagic í teirra ætlanum at gera fleiri arbeiðspláss á Tvøroyri.


Fátækraváðin í Føroyum er størstur í Suðuroy. Tí er alneyðugt at fáa fleiri arbeiðspláss í oynni. Útboðið av arbeiðsplássum skal bæði vera støðugari enn nú og meira fjølbroytt.


Fáa okur fleiri virkisframleiðslur hjá Varðanum Pelagic er møguleiki fyri, at skip úr Íslandi og Noregi at koma til Suðuroynna at landa. Serliga um vit fáa í lag hátøkniliga fóðurframleiðslu, ið kann framleiða lýsi til heilivágsídnaðin, mjøl til útflutning og so sjálvandi framleiðslu av laksafóðuri.


Okor mugu byggja slíkar verksmiður fyri at fáa støðugt arbeiði og meiri inntøkur.


Skulu vit framhaldandi varðveita vælferðarsamfelagið mugu jú vit eisini forvinna cool cash!

Bjarni Hammer
Valevni fyri javnaðarflokkin