Larmur og dálking frá skipum

20. august 2019
19.00 // Dansifrøði, Tórshavn

Fyri Javnaðarflokkin luttekur Birna Heinesen.

Framløgur og pallborðsfundur í Dansifrøði tann 20. august kl. 19:00
Heimafriður skipar fyri framløgum og pallborðsfundi í Dansifrøði tann 20 august. Evnið er larmur og dálking frá skipum sum liggja í føroyskum havnum.

Tiltakið verður skipað við trimum innleiðandi framløgum frá felagnum og serfrøðingurm um larm og dálking frá skipum.

Síðani er ætlanin at umboðini fyri politisku flokkarnir skulu fáa nakrar minuttir í part at greiða frá sínari støðu til málið. Eftir tað verður pallborðskjak, har luttakarnir verða tey sum høvdu innlegg og umboðini fyri politisku flokkarnir. Tá verður høvi hjá áhoyrarnum at seta spurningar úr salinum.