Tíðindi06. september 2019

Spennandi lestrarstarv hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi

Kundi tú hugsað tær at arbeitt innan politikk, samskifti og fyrisiting – so er hetta lestrarstarvið møguliga nakað fyri teg.

Vit leita eftir einum løgfrøðislesandi (stud.jur, stud.ha.jur ella líknandi) ið er í holt við at leggja síðstu hond á sín/a BA ella júst er byrjað/ur á kandidatinum og hevur um leið tvey ár eftir av sínum lesnaði.

Arbeiðsuppgávurnar í lestrarstarvinum verða skiftandi, men fevna mest um løgfrøðiligar spurningar, málsfyrireikingar, at savna saman vitan og journalisera og at hjálpa til við fyrireikingum til ráðstevnur og onnur tiltøk. Talan er um eina lítla skrivstovu við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum – innan politikk, samskifti og fyrisiting – so væntast má at ein er fleksibul og at aðrar uppgávur eisini vera. 

 

Vit vænta, at tú ert áhugað/ur í politikki og samfelagsviðurskiftum, hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Týdningarmikið er, at tú dugir væl føroyskt, danskt og enskt mál bæði í skrift og talu. 

Neyðugt er at hava bústað í Danmark og starvsstað á Christiansborg í Keypmannahavn. Starvið er á 15 tímar um vikuna og lønin er 150 kr. um tíman.

  

Meiri fæst at vita um lestrarstarvið og um Javnaðarflokkin á fólkatingi við at venda sær til Maluna á Dunga, á tel. +45 61 62 36 18 ella við at senda ein teldupost. 

 

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og viðkomandi skjølum skal sendast til t-postin hjá Maluni á malan.dunga@ft.dk  í seinasta lagi 30. september 2019 kl 12:00.