Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv03. juli 2019
Kristianna W. Poulsen

Børn og ung við serligum tørvi fyri C – forðingar skulu burtur

Herfyri bjóðaði Javnaðarflokkurin foreldrum og børnum til foreldrabólk, tí vit ynsktu at hoyra, hvat foreldur og børn hava av ynskjum og viðmerkingum til teirra umstøður í dagsins samfelag og at geva okkum hugskot til, hvussu vit fáa heimsins besta land hjá børnum og ungum at vaksa upp.

Løgtingsval 2019

Tað var bæði læruríkt og hjartanemandi at hoyra foreldur at børnum við serligum tørvi fortelja um, hvussu tungur teirra gerandisdagurin kann vera. Hóast nógv er gjørt, eru framvegis viðurskifti, sum skulu betrast, so at okkara samfelag kann gerast betri fyri børn og ung við serligum tørvi: 

 

 

  • Vit hava ov fá tilboð, bæði útbúgvingartilboð, frítíðartilboð og virknistilboð. Til dømis eru ov fá pláss í tilboðnum fyri børn við autismu í Hoyvíkar skúla. 
  • Vantandi kunning. Foreldur uppliva, at tey ikki fáa nóg góða kunning um teir møguleikar, sum eru. Eg ivist onga løtu í, at starvsfólk hjá Almannaverkinum gera sítt allarbesta, men her er eitt týdningarmikið arbeiði, sum skal gerast, so at tann rætta kunningin kemur á rætta stað til røttu tíð. 
  • Gerandisdagurin er pettaður sundur. Ásetingar og tær reglur, sum eru fyri tær ymisku skipanirnar, petta gerandisdagin hjá familjum óneyðuga nógv sundur. Hetta ger lívið og gerandisdagin trupulan fyri bæði børn og teirra avvarðandi. 
  • Óneyðuga long frástøða er millum tey tilboð, sum eru til eitt barn yngri enn 18, og so tá ið sama barnið hevur fylt 18. Her er neyðugt við einum betri samanhangi millum tey tilboð og teir møguleikar sum ein og sami persónur hevur. 
  • Tað er ov langt at fara fyri brúkarar, um tey hava tørv á at fáa samband við myndugleikan, og tað er ikki lætt at vita, hvar man skal fara.

 

Omanfyri eru nakrar av teimum forðingum, sum vit hoyrdu um. Hesar forðingar eru ikki nýggjar, men vit skulu gera meira fyri at fáa tær burtur. 

 

Orðini hjá Kim Larsen, sála, renna mær í huga: Samfelagið er til fyri tey veiku, tey sterku skulu nokk klára seg. Okkara samfelag skal skipast, so at eisini børn og ung við serligum tørvi umframt teirra avvarðandi fáa ein betri gerandisdag.  

 

Hesum vil eg framhaldandi arbeiða fyri á Føroya løgtingi, um eg fái møguleikan.

 

 

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 2019