Hetta landið er mítt

14. juli 2019
19.00 // Norðurlandahúsið

Rætturin at ganga í haganum stendur á politisku dagsskránni. Ferðavinna, bóndur og gongufólk hava hvør síni áhugamál. 14. August spyrja vit: skulu vit hava hvørsmansrætt í Føroyum?

Flutningsfeløg og hotel vilja hava fleiri ferðafólk. Men fólk á smáplássum halda, at tey longu eru ov mong.

Summastaðni kostar tað nú at fara í hagan. Men gongufólk finna seg ikki í, at tey skulu rinda fyri at njóta okkara egnu náttúru.

Hetta landið er mítt, syngja vit. Men ferðafólkavinnan hevur skapt stríð um, hvør skal hava ræðisrættin yvir landinum.

Í fleiri grannalondum – m.a. í Svøríki – hava tey sonevndan hvørsmansrætt. T.e. rætturin at njóta náttúruna, um ein ikki er øðrum til ampa. Men hvat inniber hetta í praksis? Og hvørjar avmarkingar eru? 

Og hvat siga bóndur, gongufólk og ferðavinna til uppskotið um, at vit skulu hava hvørsmansrætt í Føroyum?

Vælkomin í Norðurlandahúsið 14. august kl. 19:00. Tilmelding er á facebooktiltakinum her.

 

FYRIBILS SKRÁ

Allemansrätten i Norden

Ulf Silvander, generalsekretær, Svenskt Friluftsliv

 

Atgongd til náttúruna

Magnus Gaard, næstformaður, Hagafelag Føroya

 

Ferðavinnan – avbjóðingar og loysnir

Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari, Visit Faroe Islands

 

Kaffisteðgur

 

Pallborðskjak og spurningar úr salinum

 

Orðstýrari: Beinta Løwe

 

Javnaðarflokkurin á fólkatingi stendur fyri ráðstevnuni.