Tíðindi28. november 2019

Skipið móttøku fyri harðskapsrakt

Í sambandi við altjóða dagin fyri at basa harðskapi móti kvinnum, hevur Ingilín Didriksen Strøm sett landsstýriskvinnuni við almannamálum ein fyrispurning um, hvat hon ætlar at gera fyri at bøta um viðurskiftini hesum víðvíkjandi í Føroyum. Sjálv heldur hon, at vit eiga at skipa eina móttøku fyri harðskapsrakt.

Sameindu Tjóðir hava ásett 25. novembur at vera altjóða dag fyri at basa harðskapi móti kvinnum. Á fundi, ið Amnesty International Føroyar, Kvinnuhúsið, Sig Frá og AMR fríggjadagin 21. novembur, varð greitt, at týdningurin at basa harðskapi framvegis er alstórur.

Greitt varð frá, at umstøðurnar hjá teimum, ið eru fyri harðskapi, ikki eru nøktandi í dag. Hetta er serliga av teirri orsøk, at einki savnað tilboð er til hjálp og ráðgeving, men at tann harðskapsrakta skal til ymiskar stovnar í býnum at boða frá, fáa ráðgeving o.s.fr. Hetta er ein ógvuliga óheppin og fløkt mannagongd, ið endurspeglar fløktu sinnisstøðuna hjá tí harðskapsrakta, og tað kann í síðsta enda gera støðuna enn verri.

- Í Íslandi hava tey góðar royndir av at hava sett eina móttøku á stovn, sum veitir alla neyðuga hjálp, stuðul og vegleiðing á einum stað. Eini slíkari móttøku hava vit tørv á at seta á stovn í Føroyum, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni við almannamálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Sambært tølum frá Kvinnuhúsinum eru 370 fráboðanir í 2018 um sálarligan harðskap. Danski stovnurin Lev Uden Vold savnaði í 2018 altjóða gransking um avleiðingarnar av sálarligum harðskapi. Við útgangsstøði í 38 granskingarverkætlanum sæst greiður samanhangur millum sálarligan harðskap og ávíkavist angist, PTSD og tunglyndi. Trýstið, ið sálarligur harðskapur hevur við sær, ávirkar harumframt evnini at vera foreldur og likamligu heilsuna neiliga. Í Føroyum er sálarligur harðskapur framvegis ikki javnsettur við likamligan harðskap, vísir Ingilín Didriksen Strøm á í viðmerkingunum til fyrispurningin.

- Aðrir samgongulimir hava víst málinum jaliga viðgerð, so nú vænti eg, at landsstýriskvinnan fer at seta átøk í verk, sum javnseta sálarligan og likamligan harðskap. Tað er tað tíð uppá, sigur Ingilín Didriksen Strøm.