Grein16. juni 2019

Menningarkvotur til Sandoynna tað einasta rætta

Í sambandi við menningarkvoturnar, ið skulu brúkast til at menna kring landið, verða nevndar tríggjar treytir, har av minst ein skal verða uppfylt um menningakvota skal latast.

Treytirnar eru:
1. a)  Avmarkað atgongd til sjófeingi
2. b)  stórt arbeiðsloysi, ella
3. c)  støðugt minkandi fólkatal í tí økinum, har virksemi og verkætlan verða framd, í mun
til onnur øki.

Í verandi løtu er tað bert Sandoyarøkið, ið uppfyllir allar tríggjar treytirnar. Hetta eigur at siga teimum, ið taka avgerðir hesum viðvíkjandi, at tað einasta rætta er at lata Sandoynni stóran part av menningarkvotunum. Vónandi verður avgerð tikin, ið ger, at gongd kann koma á aftur virkið í oynni, so fólk aftur kunnu koma til arbeiðis.

Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag