Politiskt hugnakvøld í Jacqson

23. august 2019
20.00-22.00 // Jacqson í Klaksvík

Fríggjakvøldið bjóða politisku lokalfeløgini í norðuroyggjum til politiskt hugnakvøld saman við okkara kvinnuligu valevnum.

Á skránni verða Durita Samuelsen við einum frískum priki um javnstøðu og kvinnuleiklutin, Thormund Johannesen sigur sína meining um, hví kvinnur skulu vera í politikki og eisini verður tónlistarligt innslag við Hildu Kjølbro og Margit Joensen.
Annika Sølvará hevur prát við okkara royndu og óroyndu valevni um teirra tankar, royndir, dreymar, ræðslur og yvirraskilsi, nú tær stilla upp til løgtingsval.

Øll eru hjartaliga vælkomin.