Henrik Old
Lesarabræv22. august 2019
Henrik Old

Suðuroyggin kann avlasta Saksun og Mykines

Um rætt verður borið at, so kann ferðavinnan vaksa í Suðuroynni. Hetta kann gerast á tann hátt, at politikararnir í samráð við teir lokalu ferðavinnuaktørarnar og Strandferðsluna fáa fleiri túrar afturat summarsiglingini.

Løgtingsval 2019

Nógvastaðni í landinum troyttast fólk av ferðafólki. Hetta eiga suðuroyingar at síggja sum ein møguleika.

Um rætt verður borið at, so kann ferðavinnan vaksa í Suðuroynni. Hetta kann gerast á tann hátt, at politikararnir í samráð við teir lokalu ferðavinnuaktørarnar og Strandferðsluna fáa fleiri túrar afturat summarsiglingini. Hetta ger tað møguligt at fáa fleiri ferðafólk suður.

Einki er at ivast í, at um hetta veður gjørt við skili, so er tað til stóran fyrimun fyri handilslívið og tær matstovur, sum seinastu árini eru opnaðar í Suðuroynni. Stutt sagt kann hetta skapa arbeiðspláss. Eisini vil hetta uppskot geva suðuroyingum og vinnuni betri samferðslumøguleikar yvirhøvur.

Spyr ein hvussu hetta skal fíggjast, so er svarið einkult. Tað skal fíggjast við játtan á fíggjarlógini.

Javnaðarflokkurin er ikki úti og lovar at skerja fíggjarlógina við knappari milliard. Tað ger, at okur hava møguleika at seta virksemi í gongd úti um landið.

Henrik Old