Sjúrður Skaale
08. juni 2016
Sjúrður Skaale

Sjúrður á fundi um føroyskar veteranar

Mikudagin 8. Juni var Sjúrður Skaale á fundi á veteransentrinum í Ringsted, har tað varð umrøtt, hvussu tilboðini til føroyskar krígsveteranar kunnu bøtast

Á fundinum varð umrøtt, hvussu tilboðini til føroyskar krígsveteranar kunnu bøtast. Eftir fundin segði Sjúrður Skaale, at talan var um ein sera konstruktivan fund, og um samstarvið á økinum millum føroyskar og danskar myndugleikar verður gott, verður loysnin góð. Men tað týdningarmesta er, at føroyingar broyta hugburð og ásanna, at fer eingin í hernaðarbúna, er vesturheimurin verjuleysur. Spurningurin "hví ólukkan fórt tú í kríggj", sum veteranar ofta hoyra, avdúkar, at nógv okkara als ikki skilja, at onkur má taka uppgávuna á seg.