Sjúrður Skaale
Tíðindi14. marts 2014
Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale spyr um handfaringina av málinum um friðing í Arktis

Sjúrður Skaale hevur sett nakrar skrivligar spurningar til donsku og norsku stjórnirnar, um handfaringina av málinum um at friða økið í Norðuríshavinum.

Sjúrður Skaale hevur sett nakrar skrivligar spurningar til donsku og norsku stjórnirnar, um handfaringina av málinum um at friða økið í Norðuríshavinum.

Strandalondini í Arktiska Ráðnum (Noreg, Danmark, Russland, Kanada og USA) vóru á fundi í Nuuk í síðsta mánaða, har semja var um at arbeiða fyri at friða økið í Norðuríshavinum. Men sambært helsingforssáttmálanum, so áttu Noreg og Danmark at ráðført seg við hini Norðurlondini í hesum máli.

Í tí sambandi hevur Sjúrður Skaale, næstformaður í umhvørvisnevndini í norðurlandaráðnum, sett nakrar skrivligar spurningar til donsku og norsku stjórnirnar, um handfaringina av málinum:

1. Har regeringerne i Norge og Danmark rådført sig med de øvrige nordiske landes regeringer i spørgsmålet om en eventuel regule-ring af fiskeriet i Polarhavet udenfor de nationale jurisdiktioner?

2. Har regeringerne i Norge og Danmark planer om at rådføre sig med de øvrige nordiske landes regeringer i spørgsmålet om en eventuel regulering af fiskeriet i Polarhavet udenfor de nationale jurisdiktioner inden det planlagte ministermøde herom i juni 2014?

3. Er det planer om at få sagen på dagsordenen i Arktisk råd?

 

Sí alt uppritið her.