Sosialistisk Ung - Grundskeið

21. september 2019
16.00-20.00 // Javnaðarhúsið Tórshavn

Eftir hvørt val byrjar ein nýggj generatión av SU'arum. Soleiðis hevur eisini verið hesu ferð. Tað merkir at tað nú aftur er tørvur á einum grundkursus í hvat Sosialistisk Ung er fyri nakað. Bæði hugsjónarligt, politiskt og sum ganska gement ítriv.

Vit í SU hava enormt stóra virðing fyri øllum tykkum, sum, við nøkrum brennandi hjartamálum og einum eldhugi at broyta samfelagið og heimin, hava meldað seg upp í SU. Fyri tey flestu, er tað eitt stórt lop at gerast aktiv í politikki og soleiðis er tað nokk eisini hjá fleiri av tykkum.

Vit gleða okkum at taka tykkum við, í tað, sum sær út til at blíva fýra spennandi og útfordrandi ár!

Skráin kemur at síggja soleiðis út:
- Rói Dam Dalsgarð, formaður í SU, sigur nøkur orð
- Arbeiðsbólkar (workshop)
- Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin, fortelur um Sosialdemokratiið og søguna hjá Javnaðarflokkinum
- Okkara egna Ingilín D. Strøm fær orðið
- Royndir SUarar fáa orðið

Vit gleða okkum at síggja tykkum og vóna veruliga at tit eftir hetta hava fingið eina greiðari fatan av okkara felags ungmannafelag 🌹