Tíðindi19. november 2019

Nýtt barnaheim sum skjótast!

Umstøðurnar hjá okkara mest sárbaru børnum eru milt sagt út av lagi vánaligar, og kunnu vit als ikki sum eitt Føroyar anno 2019 loyva okkum at góðtaka hesa kritisku støðu, sigur Djóni Nolsøe Joensen í viðmerkingunum til munnligan fyrispurning, sum hann í morgin fer at seta Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um bygging av nýggjum barnaheimi.

Nú hevur í eina tíð verið arbeitt við at fáa bygt eitt nýtt barnaheim, og kjakast hevur verið aftur og fram um m.a. fígging og staðseting. Fremsta fortreyt hjá hesum børnum og ungu, fyri yvirhøvur at hava møguleika fyri at mennast sum best, er, hvussu tey búgva, og bústaðarviðurskiftini hjá teimum, sum halda til á barnaheiminum eru ikki í lagi, sigur Djóni Nolsøe Joensen í viðmerkingunum til munnligan fyrispurning, sum hann fer at seta Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í morgin.

- Bústaðarumstøðurnar hjá okkara mest sárbaru børnum eru milt sagt út av lagi vánaligar, og kunnu vit als ikki sum eitt Føroyar anno 2019 loyva okkum at góðtaka hesa kritisku støðu. At føroysk børn og ung, ið eru sett heiman, búgva undir sterkt átaluverdum umstøðum, er í sjálvum sær alarmerandi, og hesa niðurstøðu kom løgtingsins umboðsmaður eisini fram til, tá ið hon var á eftirlitsvitjan á stovninum á várið 2019, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Umboðsmaðurin metti tá, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, so børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, tey hava tørv á. Tí metir Djóni Nolsøe Joensen, at hetta eigur at hava allarhægstu raðfesting hjá landstýrismanninum á komandi fíggjarlóg.