Bjarni Hammer
Lesarabræv28. august 2019
Bjarni Hammer

Varðveiti heldur arbeiðsplássini í Føroyum

Sum lokalt umboð í løgtinginum havi eg samskift nógv við leiðsluna á Delta og hevur tað verið ein fragd at uppliva, at teir framvegis, aftaná meiri enn 25 ár í vinnuni, brenna fyri at skapa virksemi í nærumhvørvinum og landinum øllum.

Løgtingsval 2019

Fyri ein løgtingslim hjá Javnaðarflokkinum, sum m.a. sum formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, hevur verið við til at myndað vinnupolitikkin seinastu 4 árini, fløvar tað at at síggja, at Delta søkir eftir fólki til støðugt arbeiði á virkinum. 

Sum lokalt umboð í løgtinginum havi eg samskift nógv við leiðsluna á Delta og hevur tað verið ein fragd at uppliva, at teir framvegis, aftaná meiri enn 25 ár í vinnuni, brenna fyri at skapa virksemi í nærumhvørvinum og landinum øllum. 

Øll, sum fáast við fiskivinnu vita, at tað koma “ feit ár og tað koma rak ár”.
Sjálvsagt hava øll tey, sum hava við flakavirkir at gera, bæði leiðsla og starvfólk, glett seg um, at nú fór at gerast meiri støðugt arbeiði, tí nú var fiskur at fáa.

Men tað er ikki bara sum at siga tað hjá føroysku virkisleiðslunum at fáa fatur í nóg nógvum fiski til støðugt arbeiði.

Orsøkin er, at útlendskir keyparar fara avstað við fiskinum fyri nøsini á føroysku virkjunum, tí teir gjalda kanska 0,25kr/kg - eitt fimmogtjúgu oyra, ella kanska minni enn tað, meiri enn føroyska virkið, og flyta fiskin óviðgjørdan av landinum. 

Eftir standa føroysku virkini við turrum gólvum, og fólk mugu í fiskavirkisskipanina hjá ALS, tí føroysku virkini fáa ikki fisk. 

Tey tapa í kappingini við láglønarlond.
Føroyski fiskurin fer til lond við sosialari dumping.
Hetta má steðgast.

Tey, sum hava fylgt við í tingarbeiðinum seinasta valskeið, vita, at eg havi ferð eftir ferð gjørt vart við henda trupulleikan. 

Fólkini handan Sandoy Seafood, hava ferð eftir ferð, m.a. á fundum í vinnunevndini, gjørt politisku skipanina varuga við stóru nøgdirnar av óviðgjørda fiskinum, sum fer av landinum. Uttan nakra reaktión. 
Ikki fyrr enn nú Marine Harvest gav skarvin yvir og stongdi virkið. Tá vaknaðu politikarar sum við kaldan dreym og komu kropp á kroppi og boðaðu frá, at hetta við heila fiskinum , sum fer óvirkaður av landinum, má steðgast. 

Spell at so ógvuslig stig skuldu takast, fyri at politikarar skuldu skilja støðuna.
Tíbetur vóru tað eini lokal hjún úr Sandoynni, sum tóku ábyrgd og opnaðu virkið aftur. 

Fái eg møguleikan at halda fram sum løgtingslimur, verður hetta eitt av teimum málunum, eg fari at seta ovast á dagsskránna í komandi valskeiði.

Føroyskur fiskur eigur ikki at fara óviðgjørdur av landinum, meðan føroysk virkir steingja, tí tey klára ikki kappingina við virki í láglønarlondum við sosialari dumping.

Bjarni Hammer
Valevni hjá Javnaðarflokkinum