28. apríl 2021

Vælferðin fyrst!

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um at lækka ríkisveitingina úr Danmark. Í gjár atkvøddi Javnaðarflokkurin ímóti uppskotinum.

Fortreytin fyri vælferðarsamfelagnum er ein skynsamur fíggjarpolitikkur. Við góðari fíggjarstýring er tað møguligt at fáa ein meiri sjálvberandi búskap. Føroyar eru eitt ríkt land, og hetta ríkidømið eigur at endurspeglast í vælferðini. Í útgangsstøðinum heldur Javnaðarflokkurin, at vit eiga at arbeiða fram ímóti, at vit búskaparliga gerast meiri sjálvbjargin, men hetta eigur ikki at ganga út yvir vælferðina.  

Undir verandi fortreytum og verandi fíggjarstýring er tað ikki ráðiligt at lækka ríkisveitingina, heldur Aksel V. Johannesen. Hann vísir á, at núsitandi samgonga hevur verið alt annað enn smæðin við at brúka skattgjaldarans pengar.

Undanfarna samgonga hevði eitt samlað yvirskot á 1,5 mia. kr. seinasta valskeið. Lán vórðu niðurgoldin og peningur varð settur í búskapargrunn. Hetta við tí endamáli at tryggja haldførið í búskapinum og hjá landskassanum, at vit høvdu nakað at standa ímóti við, tá vit fóru at verða rakt av niðurgangstíðum.

- Um sæð verður burtur frá eingangsútreiðslum í sambandi við koronu, hevur sitandi samgonga hesar fyrstu 18-19 mánaðirnar av valskeiðnum økt raksturin við áleið 600 milliónir, økt íløgurnar við næstan 200 milliónir og givið lættar á inntøkusíðuni á umleið 150 milliónir. Sostatt er landskassin farin frá einum yvirskoti á slaka hálva milliard í 2019 til eitt undirskot, sigur Aksel V. Johannesen.

Samanborið við undanfarnu samgongu, hevur hendan samgongan megnað at brúkt líka nógvar pengar á 18-19 mánaðir, sum undanfarna samgonga brúkti øll 4 árini. Hetta vísir, at fíggjarstýringin er alt annað enn skynsom, og tí kann Javnaðarflokkurin ikki taka undir við at skerja ríkisveitingina.

- Tá tað ikki verður førdur ein ábyrgdarfullur og skynsamur fíggjarpolitikkur, ber tað ikki til at skerja ríkisveitingina, uttan at tað fer at ganga út yvir grundleggjandi vælferðartænastur og livikorini hjá okkum føroyingum, sigur Aksel V. Johannesen.