Barbara Gaardlykke Apol
Lesarabræv25. mai 2019
Barbara Gaardlykke Apol

Annika fiskar við skeivum valagni

Í lesarabrævi 22. mai skrivar fólkatingsvalevnið Annika Olsen, at Fólkaflokkurin fer at arbeiða fyri, at Føroyar gerast partur av Bologna-avtaluni. Bologna-avtalan er eitt evropiskt útbúgvingarsamstarv, sum tryggjar lesandi flytiføri og góðskutryggjaðar útbúgvingar. Tað er gleðiligt, at Fólkaflokkurin ynskir at taka hetta umráðandi stigið fyri lesandi í Føroyum. Men er tað á Fólkatingi, at Føroyar kunnu gerast partur av Bologna-avtaluni? Svarið er stutt: nei!

Fólkatingsval 2019

Stutt greitt frá eru tað trý viðurskifti, ið skulu fáast í lag, fyri at Føroyar kunnu koma uppí samstarvið. 

 

Tað fyrra er innanhýsis góðskutrygging: at hægri lærustovnar í Føroyum fylgja einum altjóða leisti, ið kallast ESG (European Standard Guidelines). Innanhýsis krøvini innibera millum annað, at lærustovnarnir skulu menna sær góðskupolitikk, fastar mannagongdir og gjøgnumskygni til alskyns viðurskifti og aðrar kostnaðartungar uppgávur. 

 

Setrið fylgir hesum leiðreglum í stóran mun. Kortini eru krøvini so mikið krevjandi, at skal eitt nú Setrið fylgja øllum krøvum, noyðist Løgtingið at gera eina fíggjarliga uppraðfestinum av Setrinum. 

 

Seinna er uttanhýsis góðskutrygging: Sambært somu leiðreglum hava londini sjálvi ábyrgd at skipa fyri einum stovni ella ráði, sum skal akkreditera hægri útbúgvingar. Ein møguleiki er skipa eitt føroyskt ráð við serfrøðingum við servitan innan útbúgving og fyrisiting. Hetta kostar aftur pengar, sum Løgtingið má játta. 

 

Triða er at menna ein føroyskan førleikakarm (National Qualification Framework, NQF), at lýsa og góðskutryggja útbúgvingarskipanina og seta hana i altjóða samanhang. Hetta er aftur nakað, ið má setast í verk av føroyskum myndugleikum.

 

Stutta av tí langa er, at tað ber tíverri ikki til at tryggja lesandi í Føroyum góðskutryggjaða útbúgving á Fólkatingi. Stigini, ið mangla, noyðast at takast av skúlamálaráðnum og av Løgtinginum. 

 

Vónandi goymir Annika Olsen hetta lesarabrævið til komandi løgtingsval, tí tað er nemliga eitt sera umráðandi mál. 

 

 

 

Barbara Gaardlykke Apol

Fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin