Bjarni Hammer
Lesarabræv13. august 2019
Bjarni Hammer

Stovna P/F Suðuroyartunnilin, nú!

Allir tunlar í Suðuroynni eru gjørdir, meðan Javnaðarflokkurin hevur stjórnað Føroyum. Og Hvalbiartunnilin er feskasta dømið.

Løgtingsval 2019

Vit mugu beinanvegin gera alt klárt til at seta á stovn P/F Suðuroyartunnilin!

Tað er einasta trygd fyri at fáa kjølfest Suðuroyartunnilin.

Tunnilin er tað einasta, ið veruliga kann taka burtur sosiala ójavnan millum meginøkið og Suðuroynna. Ein tunnil knýtir Suðuroynna upp í føroyska meginarbeiðsmarknaðin.

Tað er als ikki nóg gott bara at gera íløgur í projektering av Suðuroyartunlinum. Fígging av sjálvum tunlinum skal á skrá og leggjast í P/F Suðuroyartunnilin, annars enda okur við dangusigling millum Hvalba og Sandoynna.

Allir flokkar siga seg vera fyri eina Suðuroyartunli. Men er tað nú veruliga so? Eg hoyri í øllum førum ógreiðar útmeldingar úr fleiri av hinum flokkunum.

Vit kunnu í øllum førum staðfesta: Allir tunlar í Suðuroynni eru gjørdir, meðan Javnaðarflokkurin hevur stjórnað Føroyum. Og Hvalbiartunnilin er feskasta dømið.

Góðu suðuroyingar, góðu føroyingar: um tit veruliga ynskja ein Suðuroyartunnil, so er onki annað at gera enn at velja Javnaðarflokkin.

Vit í sitandi samgongu hava longu set tunnilin á dagskránna. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og fara vit at halda áfram við fullari ferð, soleiðis at klárt er at borða, so skjótt liðugt er at borða Sandoyar tunnilin!

Bjarni Hammer
valevni hjá Javnaðarflokkinum