Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv04. juni 2019
Kristianna W. Poulsen

Valdið fyri C – sjálvsavgerðarrættur og uppspunnin kúgan

Fólkatingsval 2019

Ein sendinevnd frá fullveldislandsstýrinum fór til ST, har fólk spurdu, hvørji ørindini vóru. Vit verða so illa kúgað av Danmark, fortaldi nevndin algoyst. Á hvønn hátt, spurdu ST-fólkini. Tey díkja okkum undir í pengum, svaraði sendinevndin.

Um søgan er sonn, veit eg ikki, men skemtilig er hon, og hon rennur mær í hug, nú fleiri valevni javnt og savnt mylla um, at danir skulu senda ST eitt bræv um, at vit í Føroyum hava sjálvsavgerðarrætt. Hetta fyri at vit kunnu vera til sum eitt fólk.

Í míni sál og í mínum hjarta hevur ongantíð verið nakar ivi um, at vit eru eitt fólk, eisini í tí týdningi, sum altjóðarættur krevur.   

Vit hava egið mál og mentan. Vit hava egnar politiskar skipanir og búgva í egnum landi, væl avmarkað frá øllum øðrum londum. Og danir viðurkenna eisini til fulnar, at vit eru egið fólk. Hetta er ásett í heimastýrislógini, har skrivað stendur, at Føroyar eru eitt “selvstyrende folkesamfund”, og at “det færøske folk” yvirtekur nærri lýst málsøki.

Og síðani hava vit mangan fingið tey boð úr Danmark, at vit sjálvi og vit sjálvi einsamøll gera av, um vit ynskja at vera í ríkinum ella uttanfyri. Tá ið nóg stórur meiriluti verður fyri loysing í Føroyum, og hesin spurningurin er greitt avgjørdur við fólkaatkvøðu, er einki sum helst í vegin fyri at loysa.   

Í Føroyum skulu føroyingar ráða, og evsta valdið liggur hjá okkum. Løgting og landsstýri fremja fólksins vilja, og eitt umboð á fólkatingi skal vera umboð fyri alt Føroya fólk og skal samstarva við politisku myndugleikarnar í Føroyum.

Soleiðis vil eg arbeiða, um eg fái tann stóra heiður at umboða Føroyar á Fólkatingi.

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið 2019